Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Greinasavn

Her ber til at leita í greinasavninum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Savnið fevnir um greinir og rit, sum granskarar á Fróðskaparsetrinum hava givið út.

Stutt vegleiðing

  • Tómi teigurin longst til vinstru er vanligur leititeigur, har tú skrivar eitthvørt leitorð
  • Í teiginum "All Subject Areas" ber til at velja millum evnisøkini "Science & Techonology" og "Humanities"
  • Í teiginum "Publications type" ber til at velja hvat slag av grein talan er um

 

 

[x]
 
1-10 Next (Total 413)
 
Haruveiðan í Føroyum 2017
Hunting of hare in the Faroe Islands in 2017
Eyðfinn Magnussen
NVDRit 2018:01. p 1-51, 2018
Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Report
Abstract   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2017

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2017

ABSTRACT: This is the sixth yearly census of hares hunted in the Faroe Islands. The hunting season is from 2 November to 31 December. The first census was conducted in 2012. The 2017 survey is based on data collected through the webpage “haran.fo”, which was created for this purpose. The investigation is based on information from 780 distinct hunting expeditions carried out in 263 outfields covering most of the Faroe Islands. In the present overview, 6,409 hares are registered as shot in the Faroe Islands. Based on this, I estimate the total number of hunted hares as being around 6,500 animals in 2017. Half of the hares were shot in 35 outfields. Half of these, i.e. 1,689 hares, where shot in 13 of the best outfields. In the 20 best hunting fields, a total of 2,279 hares were shot, corresponding to 36% of the hunted hares. The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2017 were those from the outfield ‘Skálatoftahaga’ belonging to the village Skálatoftir. In total, they shot 280 hares in 7 trips. In second place were those from ‘Neshaga’, in the village of Vestmanna, with 172 hares in total in 14 trips. Number three were those from ‘Norðurtriðingur – Norðaripartur’ in village Sørvágur. They shot 146 hares in 10 hunting expeditions. However, if the hunting statistics are adjusted by the number of trips and shots, then the top-3 list changes. Then the field ‘Bergið’, belonging to the village Árnafjørður was the most successful. In this field a single man shot 64 hares in two trips, on average 32 hares per gun per day. Number two would be the field ‘Myrkjanoyrarhagi’, belonging to the village of Klaksvík, where the average outcome was 13.5 hares per gun per day. Number three was the field ‘Byrgið’ in village Kunoy, where a single man shot 11 hares in one day. Overall, 3.18 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2017, compared to 2.38 in 2016, 2.36 in 2015, 3.1 in 2014 and 2.9 hares per gun per day in 2013. Most of the hares were shot on the island of Streymoy with a total of 2,736, corresponding to 43% of the hunted hares in the Faroe Islands in 2017. On the island Vágar, 1,351 hares were shot in total, 869 on Eysturoy and 695 hares on the island of Borðoy. The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were shot in 2017. In total, they shot 693 hares on 59 trips. On the first hunting day (Thursday 2th November) 681 hares were shot in 50 fields. On the first Saturday, 4th November, 939 hares were shot in 72 fields. During the 780 individual hunting trips in 2017, the hunting success ranged from 0 to 92 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares on a single day. Over the whole season, 8.14 hares were shot on an average a trip. This is somewhat more than in both 2016 and 2015, when on average 6.40 and 6.23 hares, were obtained per trip, respectively, but lesser than both in 2014 and 2013 when they shot 8.12 and 8.2 hares on average during each trip, respectively. The number of hunters on a trip ranged from 1 to 17. On half of the trips, an average of 2.0 or fewer hunters participated, in 252 cases (32%), the hunter was alone. Only men hunt hares in the Faroe Islands.It is estimated that approximately 900 distinct hunters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2017, corresponding to around 4% of the male population. In 2016, 900 hunters participated, 800 in 2015, and in 2014, 1,200 hunters.

Abstract (Faroese)   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2017

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2017

ABSTRACT (FAROESE): Hetta er sætta frágreiðingin, sum eg skrivi um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í yvirlitinum eru tilsamans 6.409 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2017. Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 780 harutúrum í 263 hagapørtum kring landið. Helvtin av harunum vórðu skotar í 35 hagapørtum, av hesum vórðu 1.689 harur, tað er 25%, skotnar í 13 hagapørtum. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 2.279 harur, sum er 36% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2017. Nógv teir raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2017 vóru teir, sum skutu í “Skálatoftahaga”, sum hoyrir til avtoftaðu bygdina Skálatoftir á Borðoynni. Teir skutu tilsamans 280 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í “Neshaga”, eisini nevndur “Norðurnesið”, í Vestmanna við 172 harum á 14 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í “Norðurtriðingur – Norðaripartur”, í Sørvági, eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”. Teir fingu 146 harum á 10 túrum. Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum “Bergið” í Árnafirði. Í hesum hagunum var ein einstakur maður tveir túrar, og samlaða úrslitið gjørdist 32,0 harur pr. byrsu pr. dag. Næstbestur var Myrkjanoyrarhagi, eisini nevndur “Biskupstøðhagi” í Klaksvík. Har var miðal úrslitið fyri tveir túrar, 13,5 harur pr. byrsu pr. dag. Á triðja plássi var hagin “Byrgið” í Kunoy, har ein einsamallur maður ein dag fekk 11 harur. Fyri alt landið vórðu skotnar 3,18 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er meir enn bæði í 2016 og 2015, tá miðalveiðan var ávikavist 2,38 og 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin, men á leið tað sama sum í 2014 og 2013, tá veiðan var ávikavist 3,1 og 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin. Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.736 harur, sum er 43% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2017. Í Vágum skutu teir 1.351 harur, í Eysturoynni 896 og á Borðoynni 695 harur. Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2017. Tilsamans skutu vestmenningar 693 harur á 59 túrum. Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru í 2017, var hósdagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 681 harur, sum vórðu skotnar í 50 hagapørtum kring landið. Fyrsta leygardag, 4. november, fingur teir 939 harur í 72 høgum. Á teimum 780 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2017, var veiðan millum 0 og 92 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 8,14 harur á hvørjum túri í 2017. Hetta er eitt sindur meira enn bæði í 2016 og 2015, tá teir fingu ávikavist 6,40 og 6,23 harur í miðal hvønn túrin, men á leið tað sama sum í 2014 og 2013, tá miðaltalið var ávikavist 8,12 og 8,2 harur pr. túr. Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2017 var millum 1 og 17. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 252 ferðir (32%) var bert ein maður og skeyt. Mett verður, at í 2017 skutu umleið 900 ymiskir mans harur í Føroyum. Hetta er eitt sindur meir enn bæði í 2016 og í 2015, tá ávikavist 700 og 800 mans skutu harur, men nógv minni enn í 2014, tá 1.200 mans skutu harur í Føroyum.

Full Text (4.3 Mb)    Keywords   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2017

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2017

KEYWORDS: Mountain hare, Lepus timidus, Faroe Islands, Hunting


Haruveiðan í Føroyum 2016
Hunting of hare in the Faroe Islands in 2016
Eyðfinn Magnussen
NVDRit 2017:02. p 1-42, 2017
Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Report
Abstract   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2016

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2016

ABSTRACT: This is the fifth yearly census of hares hunted in the Faroe Islands. The hunting season is from 2 November to 31 December. The first census was conducted in 2012. The 2016 survey is based on data collected through the webpage “haran.fo”, which was created for this purpose. The investigation is based on information from 451 distinct hunting expeditions carried out in 187 outfields covering the most of the Faroe Islands. In the present overview, 2,950 hares are registered shot in the Faroe Islands. Based on this, I estimate the total number of hunted hares has been around 3,500 animals in 2016. Half of the hares were shot in 35 outfields. Half of these, i.e. 728 hares, where shot in 13 of the best outfields. In the 20 best hunting fields, a total of 1,024 hares were shot, corresponding to 35% of the hunted hares. The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2016 were those from the outfield ‘Kvíggjarhamarshaga’ belonging to the village Saksun. In total, they shot 90 hares in 7 trips. In second place were those from ‘Strandarhaga”, in village Strond, with 69 hares in 5 trips. Number three were those from ‘Fjalli” in village Kvívík. They got 68 hares in 7 hunting expeditions. However, if hunting statistics is adjusted by number of trips and shots, then the top-3 list changes. Then the field ‘Bergið’, belonging to the village Árnafjørður was the most successful. In this field a single man shot 10 hares in a single trip. Number two would be the field “Miðhagi + Líðarhagi” belonging to the village Norðoyri, where a single man shot 8 hares in a single trip. Number three was the field “Norðastifjórðingur” in village Sandur, where a single man shot 7 hares one day. Overall, 2.38 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2016, compared to 2.36 in 2015, 3.1 in 2014 and 2.9 hares per gun per day in 2013. Most hares were shot on the island Streymoy with a total of 1,275, corresponding to 43% of the hunted hares in the Faroe Islands in 2016. On the island Vágar, 465 hares were shot, on Eysturoy 462 and on the island Borðoy 333 hares. The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were shot in 2016. In total, they shot 278 hares on 44 trips, but this is only a fourth of the hares hunted in 2014, when they shot 1,120 hares on 74 trips. On the first hunting day (2th November) 598 hares were shot in 39 fields. This is 20% of the catch in 2016 and 9% of the trips. On the last hunting day (31st December), a total of 282 hares were shot in 52 fields. On the 451 individual hunting trips in 2016, the hunting success ranged from 0 to 50 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares on a single day. Over the whole season, 6.40 hares were shot in average on a trip. This is somewhat more than in 2015, when in average 6.23 hares were obtained per trip, but lesser than both in 2014 and 2013 when they got 8.12 and 8.2 hares in average on each trip, respectively. The number of shooters on a trip ranged from 1 to 17. On half of the trips, an average of 2.0 or fewer shooters participated, in 143 cases (32%), the hunter was alone. It is estimated that approximately 700 distinct shooters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2016, corresponding to 3% of the male population. In 2015, 800 hunters participated and in 2014, 1,200 hunters. 

Abstract (Faroese)   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2016

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2016

ABSTRACT (FAROESE): Hetta er fimta frágreiðingin, sum eg skrivi um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í yvirlitinum eru tilsamans 2.950 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2016. Út frá hesum meti eg, at samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2016, hevur verið umleið 3.500. Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 451 harutúrum í 187 hagapørtum kring landið. Helvtin av harunum vórðu skotar í 35 hagapørtum, av hesum vórðu 728 harur, tað er 25%, skotnar í 13 hagapørtum. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 1.024 harur, sum er 35% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2016. Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2016 vóru teir, sum skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 90 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í “Strandarhaga” á Strond á Borðoynni, við 69 harum á 5 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í “Fjalli”, sum er partur á Ognarhaganum í Kvívík. Teir fingu 68 harum á 7 túrum. Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartunum “Bergið” í Árnafirði. Í hesum hagunum varð bara skotið tann eina dagin, har ein einsamallur maður fekk 10 harur. Næstbestur var “Miðhagi + Líðarhagi” á Norðoyri, har ein einsamallur maður ein dag fekk 8 harur. Á triðja plássi var hagin “Norðastifjórðingur” á Sandi, har ein einsamallur maður ein dag fekk 7 harur. Fyri alt landið vórðu skotnar 2,38 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er á leið tað sama, sum í 2015, tá miðalveiðan var 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin, men munandi minni enn í 2014, tá veiðan var 3,1 harur pr. byrsu hvønn dagin, og eisini minni enn í 2013, tá miðalveiðan var 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin. Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 1.275 harur, sum er 43% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2016. Í Vágum skutu teir 465 harur, í Eysturoynni 462 og á Borðoynni 333 harur. Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2016. Tilsamans skutu vestmenningar 278 harur á 44 túrum, men hetta er bert ein fjórðingur av tí, sum teir skutu í 2014, tá vestmenningar skutu 1.120 harur á 74 túrum. Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru í 2016, var mikudagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 598 harur, sum vórðu skotnar í 39 hagapørtum kring landið. Hetta var eisini nógv tann besti einstaki harudagurin í árinum, og fingu teir 20% av samlaðu árligu veiðuni hendan dagin og gingu 9% av samlaða túratalinum. Seinasta dag, 31 desember, vórðu skotnar 282 harur í 52 høgum. Á teimum 451 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2016, var veiðan millum 0 og 50 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu 6,40 harur skotnar á hvørjum túri, sum er eitt sindur meira enn í 2015, tá teir i miðal fingu 6,23 harur hvønn túrin, men minni enn í bæði 2014 og 2013, tá miðaltalið var ávikavist 8,12 og 8,2 harur pr. túr. Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2016 var millum 1 og 17. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 143 ferðir (32%) var bert ein maður og skeyt. Mett verður, at í 2016 skutu umleið 700 ymiskir mans harur í Føroyum. Hetta er eitt sindur færri enn í 2015, tá einir 800 mans skutu, og nógv minni enn í 2014, tá 1.200 mans skutu harur í Føroyum.

Full Text (2.8 Mb)    Keywords   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2016

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2016

KEYWORDS: Lepus timidus, Faroe Islands, Hunting


Migration patterns of the Faroe Plateau cod (Gadus morhua, L.) revealed by Data Storage tags
Ottosen,K.M., Pedersen,M.W., Eliasen, S.K., Steingrund,P., Magnussen, E., Rasmussen,T.A.S.
Fisheries Research, 1985: 34-45, 2017
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Peer-review Paper
Abstract (Faroese)   
[x]

Migration patterns of the Faroe Plateau cod (Gadus morhua, L.) revealed by Data Storage tags

ABSTRACT (FAROESE): Migration routes for 23 individual cod, fitted with Data Storage Tags (DSTs), have by use of a state-space model been estimated from observations of depth and temperature. Vertical behaviour was classified into either an “at bottom” or “away from bottom” state. Cod were tagged on the spawning areas north and south west on the Faroe Plateau in 2002, 2003 and 2004. Here we present the first estimated migration routes of Faroe Plateau cod using Data Storage Tags. We related the estimated migration routes to three drivers of movements: spawning, feeding and predation and estimated daily displacement and vertical migration. The results showed that the tagged cod migrated predominantly at depths less than 200 and stayed closer than 10 m from the bottom and cod generally moved more and showed less site fidelity to spawning and feeding area than anticipated from conventional tagging (Steingrund and Mouritsen, 2009). Cod did not prefer areas with sandeel however they avoided areas with higher predation risk, here trawling is regarded as the predator. Further we found there was no significant difference in daily displacements between spawning and feeding season but daily displacements were log-normally distributed lending support to the idea that the long-term displacement is a sum of daily displacements. However daily displacements were higher in 2002 when sandeels were abundant and cod caught on longlines always stayed close to the bottom compared with cod caught by other gears that had a larger variability in the time staying off bottom.

Full Text (0.9 Mb)    Keywords   
[x]

Migration patterns of the Faroe Plateau cod (Gadus morhua, L.) revealed by Data Storage tags

KEYWORDS: migration routes, spawning, feeding, predation, daily displacements, vertical migration


Citizen science tools for engaging local stakeholders and promoting local and traditional knowledge in landscape stewardship
Danielsen, F., Enghoff, M., Magnussen, E., Mustonen, T., Hansen, K. K., Levermann, N., Mathiesen, S.D., Slettemark, Ø.
Chap. 5. p. 80-98. in The Science and Practice of Landscape Stewardship. Ed. Bieling, C. and Plieninger, T. Cambridge University Press. 388 pp., 2017
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Part of Book
Full Text (2.8 Mb)    Keywords   
[x]

Citizen science tools for engaging local stakeholders and promoting local and traditional knowledge in landscape stewardship

KEYWORDS: Hare, Lepus timidus, Faroe Islands


Ymiskt um føroysku haruna og haruskjóting í Føroyum
The Faroes hare and hare hunting in the Faroe islands
Eyðfinn Magnussen
NVD-Rit 2017:01, p. 1-18, 2017
Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Report
Abstract (Faroese)   
[x]

Ymiskt um føroysku haruna og haruskjóting í Føroyum

The Faroes hare and hare hunting in the Faroe islands

ABSTRACT (FAROESE): Sjey fylgjandi mánamorgnar í november og desember mánað í 2016 var eitt fast innslag í “Góðan Morgun Føroyar”- sendingunum hjá Kringvarpinum um haru og haruskjóting í Føroyum. Fyrst var ein tekstur um føroysku haruna ella haruskjóting í Føroyum lisin. Aftaná ringdi morgunverturin til Eyðfinn Magnussen, sum er lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, fyri at frætta tað nýggjasta um haruveiðuna, og hvussu hon hevði hilnast. Tað eru teir sjey tekstirnir, sum vórðu lisnir upp í hesum sendingunum, sum standa í hesum hefti. Tann fyrsti teksturin varð lisin 7. november, tann seinasti 19. desember.

Full Text (1.9 Mb)    Keywords   
[x]

Ymiskt um føroysku haruna og haruskjóting í Føroyum

The Faroes hare and hare hunting in the Faroe islands

KEYWORDS: hare, Lepus timidus, Faroe Islands


Flea species (Insecta, Siphonaptera) from the Faroe Islands
Jensen, J.K., Magnussen, E.
Norwegian Journal of Entomology, 64: 22-27., 2017
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Peer-review Paper
Abstract   
[x]

Flea species (Insecta, Siphonaptera) from the Faroe Islands

ABSTRACT: The current investigation specify the occurrence of four flea species of living in the Faroe Islands: Ceratophyllus garei (Rothschild, 1902), Dasypsyllus gallinulae gallinulae (Dale, 1878), Leptopsylla segnis (Schönherr, 1811) and Ctenophthalmus nobilis (Rothschild, 1902). One of these species, C. garei, has never been reported in the Faroe Islands before. In addition, the flea species that have been reported in the Faroe Islands during the years 1929 to 2016 are listed. In total eleven species have been found. However, one of them, Pulex irritans (Linnaeus, 1758), has probably disappeared again.

Full Text (2.2 Mb)    Keywords   
[x]

Flea species (Insecta, Siphonaptera) from the Faroe Islands

KEYWORDS: Fleas, Siphonaptera, new species, Faroe Islands, occurrence.


Growth and Welfare of Juvenile Lumpfish (Cyclopterus lumpus)
Vøkstur og trivnaður hjá ungum rognkelsum (Cyclopterus lumpus)
Nakita E. Joensen
NVDRit 2017:19, 2017
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Vøkstur og trivnaður hjá ungum rognkelsum (Cyclopterus lumpus)

Growth and Welfare of Juvenile Lumpfish (Cyclopterus lumpus)

ABSTRACT: Lumpfish (Cyclopterus lumpus), is becoming more and more of a key player in the Atlantic salmon breeding business, since it has proven to be effective in cleaning sea lice off the Atlantic salmon. The Faroese aqua culturing industry has great interest in producing a Faroese product, since they currently use Icelandic lumpfish, risking both contagion and mixing of genetic material with the Faroese wild lumpfish. This experiment checked if the growth and welfare of the lumpfish can be controlled with feeding methods and environmental adjustments, thus leading to a more controlled production of lumpfish. Two hundred lumpfish were assigned to treatments in a balanced crossed design, crossing feeding method (handfeeding in meals vs. continuous automatic feeding) with shelter availability (shelter vs. no shelter), resulting in four groups of 50 fish. One group which were hand fed with access to shelter, one group which were hand fed with no access to shelter, one group which were fed by automated feeders with access to shelter, and one group which were fed by automated feeders with no access to shelter. The fish were measured in weight, length and height and were scored for bites, before and after the experiment, which lasted one month. The results showed a significant interaction between the feeding method and shelter availability in the weight and length measurements. The lumpfish which were handfed and had access to a shelter had the largest growth results, and the lowest growth results resided with the tanks containing sheltering and which were connected to automated feeders; the difference in weight growth was 51 % between these two treatments. Differences could be due to the fish getting full meals and a resting spot, leaving them with a place and time to rest and grow between meals. The predictability of a specific feeding spot, could have triggered some fish to turn dominant and larger than their subordinates, leaving us with a much larger variety of fish size, in the tanks connected to automated feeders. There were no significant differences in the biting scores of the fish.

Abstract (Faroese)   
[x]

Vøkstur og trivnaður hjá ungum rognkelsum (Cyclopterus lumpus)

Growth and Welfare of Juvenile Lumpfish (Cyclopterus lumpus)

ABSTRACT (FAROESE): Rognkelsi (Cyclopterus lumpus), verða nýtt meira og meira innan laksa aling, tí tað etur laksalús av laksinum í aliringunum. Alivinnan hevur stóran áhuga í at ala føroysk rognkelsi, av tí at vit nú nýta innflutt rognkelsi úr Íslandi. Harvið kunna vit innflyta sjúkur, umframt at íslendsku rognkelsini kunna nørast við tey villu føroysku rognkelsini. Í hesi roynd varð kannað, um vøkstur og trivnaður hjá rognkelsum kann stýrast við ymiskari fóðring og um ymisk umhvørvi føra til eina meira javna framleiðslu av rognkelsum. Tvey hundrað fiskar vórðu viðgjørdir í einum balanced crossed design, har fóðringsháttir (hondfóðring í máltíðum ímóti framhaldandi fóðring við automat) og atgongd til skjól (skjól ímóti onki skjól) vórðu krossaðir. Fýra bólkar fingist úr hesum. Ein bólkur fekk hondfóðring og atgongd til skjól, ein bólkur fekk hondfóðring uttan atgongd til skjól, ein bólkur fekk fóðring við automat og atgongd til skjól og tann síðsti bólkurin fekk fóðring við automat uttan atgongd til skjól. Hvør bólkur hevði 50 fiskar í. Fiskarnar vórðu máldir í longd og hædd, vigaðir og kannaðir fyri bit, bæði áðrenn og aftaná royndina, ið vardi í ein mánaða. Úrslitini vístu at týðiligt samband var ímillum fóðringshátt og atgongd til skjól. Fiskarnar sum vórðu hondfóðraðir og høvdu atgongd til skjól, høvdu javnari vøkstur og teir gjørdist eisini tað størri, samanborið við fiskarnar ið høvdu skjól og fingu mat frá automatum. Vekt munurin millum hesar báðar bólkar vóru 51 %. Hesir munir kunnu vera av tí at fiskarnar verða mettir, tá teir fáa mat í máltíðum; teir kunnu so brúka tíðina millum máltíðirnar til at veksa í, í teimum givnu skjólunum. Av tí at fiskarnar hava vitað, hvar fóðrið verður latið í karið, kunnu nakrir fiskar hava verði ráðandi og tí eisini størri enn sínir undirsáttar. Hetta viðførir nógv størri spjaðing í fiskastøddum, í teimum kørunum, ið fingu mat frá automatum. Ongin týðiligur munur sást á bit mongdum í teimum ymsu kørunum.

Keywords   
[x]

Vøkstur og trivnaður hjá ungum rognkelsum (Cyclopterus lumpus)

Growth and Welfare of Juvenile Lumpfish (Cyclopterus lumpus)

KEYWORDS: Cyclopterus lumpus, lumpfish, growth, feeding method, shelter availability.


Air pollution in the Faroe Islands, An analysis of factors contributing to levels of air pollutants in Tórshavn
Luftdálking í Føroyum – Ein greining av faktorum, ið ávirka nøgdina av luftdálkandi evnum í Tórshavn
Andrias Klein Gregoriussen
NVDRit 2016:04, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Luftdálking í Føroyum – Ein greining av faktorum, ið ávirka nøgdina av luftdálkandi evnum í Tórshavn

Air pollution in the Faroe Islands, An analysis of factors contributing to levels of air pollutants in Tórshavn

ABSTRACT: Air pollution is the single largest environmental health risk in Europe. Recent estimates suggest that the disease burden resulting from air pollution is substantial causing around half a million premature deaths in Europe every year (EEA, 2015; WHO, 2014). The largest contributor to premature deaths by air pollution in Europe is transportation (EEA 2015). In this study, the difference between measured levels of air pollutants in central Tórshavn and in a rural location outside Tórshavn has been analysed. The urban measurement station is placed in Bøkjarabrekka, while the rural measurement station is placed in Havnardalur. The study focused on the following research questions: - How do levels of air pollutants measured in central Tórshavn compare to measured levels at a rural site in the Faroe Islands, EU limits and WHO limits? - How much can traffic and weather conditions such as wind speed, relative humidity and precipitation contribute to the levels of air pollutants measured in Tórshavn and Havnardalur? An Anova test between levels of air pollutants measured in Bøkjarabrekka and Havnardalur was performed to check, if the differences between levels measured in Bøkjarabrekka and Havnardalur are significant. An Anova test for each parameter measured at the same time interval was performed, to see at what time on a regular business day is there significant difference between the measurements in Havnardalur and Bøkjarabrekka. Here Matlab 2013b was used. Linear regressions and multiple linear regressions between the dependent variable of air pollutants and the independent variables of hourly traffic intensity, average wind speeds, relative humidity and precipitation were performed using Matlab 2013b and Excel 2013. The main focus was on traffic intensity as a key anthropogenic factor contributing to the levels of air pollution in Bøkjarabrekka. Measuremets of traffic intensity were done between April 4th and April 19th 2016, which were used for regression analysis with the different parameters of air quality. This study found that levels of all air pollutants measured in central Tórshavn between November 25th 2014 and May 9th 2016 were significantly higher than measurements in the rural site of Havnardalur. The levels of air pollutants measured in central Tórshavn 2015 were below WHO limits and EU limits for all pollutants except for concentrations of NOX required for the protection of ecosystems. Monthly averages of air pollutants, wind speed and relative humidity showed some indications of seasonal variations in levels of particles associated with wind speed. Daily average levels of air pollutants showed indications of variations in NO, NO2 and NOX measured on weekdays compared to weekends possibly associated with corresponding traffic intensity measured on weekdays compared to weekends. Working day hourly averages of air pollutants showed indications of variations in NO, NO2 and NOX and some indications of variations on PMtot, PM10, PM2.5 and PM1 measured during days compared to nights associated with corresponding hourly variations in measured traffic intensity. Further analysis using Anova tests could indicate, that levels of PM2.5 and PM1 in Bøkjarabrekka have an urban source, which could be traffic. Models of NO, NO2 and NOX with hourly averaged traffic intensity showed to be significant respectively. Including wind speed in these models showed stronger larger correlation coefficients respectively. Models made from weekend measurements obtained better predictions compared to models made from weekday measurements. A model of PM10 with hourly averaged traffic intensity showed a significant, however weak relation. A higher significant correlation was obtained by including wind speed and relative humidity as independent variables. Models of PM2.5 and PM1 with hourly averaged traffic intensity showed no significance. However, models of PM2.5 and PM1 with hourly averaged wind speeds showed to be significant.

Abstract (Faroese)   
[x]

Luftdálking í Føroyum – Ein greining av faktorum, ið ávirka nøgdina av luftdálkandi evnum í Tórshavn

Air pollution in the Faroe Islands, An analysis of factors contributing to levels of air pollutants in Tórshavn

ABSTRACT (FAROESE): Størsta umhvørvisliga hóttanin fyri fólkaheilsu í Evropa er luftdálking. Nýggjar kanningar vísa á, at nógv fólk gerast sjúk orsaka av uftdálking, og at ein hálv million evropearar hvørt ár doyggja ov tíðliga orsaka av luftdálking (EEA, 2015; WHO, 2014). Ein stórur partur av luftdálkingini stavar frá ferðslu (EEA 2015). Endamálið við hesari ritgerð er at kanna, hvør munur er á luftgóðsku, ið er mátað í einari mátistøð, sum stendur í Bøkjarabrekku í Tórshavn, og luftgóðsku, ið er mátað í einari bakgrundsstøð í Havnardali, sum liggur uttanfyri Tórshavn. Dentur er lagdur á at kanna og viðgera hesar spurningar: - Hvussu er støðan viðvíkjandi luftgóðsku máld í miðbýinum í Tórshavn í mun til luftgóðskumátingar í Havnardali, og í mun til markvirðini, sum EU og WHO hava ásett? - Í hvønn mun ávirka ferðsla og veðurlíkindi, herímillum vindur, relativ luftvæta og regn luftgóðskuna í Tórshavn og í Havnardali? Ein Anova test var gjørd fyri at kanna, um týðandi munur er á luftgóðskuni í Bøkjarabrekku og í Havnardali. Harafturat var ein Anova test gjørd fyri at finna út av, nær á einum vanligum gerandisdegi, munur er á mátingunum í Bøkjarabrekku og í Havnardali. Her var forritið Matlab 2013b nýtt. Linerar regressiónir og fleirvariabla linerar regressiónir vóru gjørdar fyri at finna útav, um luftdálkingin er tengd at ferðslu, vindferð, relativari luftvætu og regni. Her vóru forritini Matlab 2013b og Excel nýtt. Serligur dentur var lagdur á at kanna, um ferðslan er ein týðandi antropogeniskur faktorur, ið ávirkar luftdálkingina í Bøkjarabrekku. Ferðsluteljingar vóru gjørdar í tíðarskeiðnum frá 27. mars til 4. apríl í 2016, og hesar vóru brúktar í greiningini av teimum ymisku parametrunum, ið hava ávirkan á luftgóðskuna. Kanningin vísti, at luftdálkingin í miðbýnum í Tórshavn var signifikant hægri enn í Havnardali í tíðarskeiðnum frá 25. november í 2014 til 9. mai í 2016. Allar mátingar, ið vóru gjørdar í Tórshavn í 2015 lógu undir markvirðunum, ásett av WHO og EU, undantikið markvirðið á NOX, ið er kravd fyri verju av vistfrøðiskipanum. Mánaðarlig miðaltøl fyri luftdálking, vindferð og relativa luftvætu vístu, at tað í ávísan mun eru árstíðarbundnar variatiónir í nøgdini av bitlum tengar at vindferð. Daglig miðaltøl fyri nøgdini av luftdálking vístu, at munur er á NO, NO2 og NOX, ið vóru máld gerandisdagar samanborið við mátingar, ið vóru gjørdar í vikuskiftinum, ið bendur á, at ferðslan, ið er størri gerandisdagar enn í vikuskiftinum, ávirkar hesa luftdálking. Mátingar gjørdar tíma fyri tíma vístu, at munur er á NO, NO2 og NOX og nakað av muni er á PMtot, PM10, PM2,5 og PM1, ið eru máld um dagin og um náttina. Hetta gevur ábendingar um samanhang ímillum mongdina av hesum luftdálkandi evnum og talið av akførum, ið koyra eftir Bøkjarabrekku í dagtímunum. Modellir av NO, NO2 og NOX við tímamiðal á ferðslu vísti seg at verða signifikantar (R2=0,52), (R2=0,33) og (R2=0,46). Korrelatiónskvotientarnir vóru hægri, tá ið vindferð var tikin við í modellirnar sum ein óheftur variabul (R2=0,60), (R2=0,57) og (R2=0,62). Modellir, ið einans vóru gjørdar burturúr vikuskiftismátingum góvu betri forsøgnir í mun til modellir, ið einans vóru gjørdar burturúr gerandismátingum. Ein model av PM10 við tímamiðal fyri ferðslu vísti eina signifikanta men veika relation (R2=0,19). Hægri korrelatiónskvotient fekst burturúr at taka vindferð og relativa luftvætu í modellina sum óhevtir variablar (R2=0,30). Modellir av PM2,5 og PM1 við tímamiðal fyri ferðslu vístu ongan signifikans. Hinvegin vístu modellir PM2,5 og PM1 tímamiðal fyri vindferð signifikans á ávikavist (R2=0,31) og (R2=0,30).

First Page   Full Text (4.0 Mb)    Keywords   
[x]

Luftdálking í Føroyum – Ein greining av faktorum, ið ávirka nøgdina av luftdálkandi evnum í Tórshavn

Air pollution in the Faroe Islands, An analysis of factors contributing to levels of air pollutants in Tórshavn

KEYWORDS: air, pollution, luft, dálking, umhvørvið, environment, BScOrkUmhv


Investigation of Profitability of a Battery System on M/F Teistin
Vinnuføringskanning av battarískipan umborð á M/F Teistanum
Helma Maria Tróndheim
NVDRit 2016:05, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Vinnuføringskanning av battarískipan umborð á M/F Teistanum

Investigation of Profitability of a Battery System on M/F Teistin

ABSTRACT: … Not available se abstract inside the BSc thesis

Abstract (Faroese)   
[x]

Vinnuføringskanning av battarískipan umborð á M/F Teistanum

Investigation of Profitability of a Battery System on M/F Teistin

ABSTRACT (FAROESE): … Ikki tøk. Sí samandrátt inni í BSc ritgerð

First Page   Full Text (13.8 Mb)    Keywords   
[x]

Vinnuføringskanning av battarískipan umborð á M/F Teistanum

Investigation of Profitability of a Battery System on M/F Teistin

KEYWORDS: Battery, system, Teistin, battarískipan, BScOrkUmhv


Insulation and heat loss in Faroese houses - a comparison
Bjálving og hitatap í føroyskum húsum - ein samanbering
Hendrik Akurstein
NVDRit 2016:06, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Bjálving og hitatap í føroyskum húsum - ein samanbering

Insulation and heat loss in Faroese houses - a comparison

ABSTRACT: In the first part of the project will Faroese building traditions with emphasis on insulation is described historically. The project compares two different types of buildings, a new and well insulated and one older and not so well insulated to compare the energy consumption for heating the houses. One part is to find the theoretical heat loss through the building constructions. This is done by using the methods described in DS 418. The second part is to measure the real energy consumption for heating the buildings. The newer buildings are equipped with energy meters both for heating and for hot water, which makes it possible to sort out how much energy is used for heating and how much is used for domestic hot water. The second building is not equipped with energy meters. Because it is not possible to separate the energy for heating and domestic hot water, the consumption figures for domestic hot water from the newer buildings are used to assess the energy consumption for domestic hot water for the older building. Finally the results from the theoretical calculations of heat loss are compared to the measured energy consumption for heating. The results show that there are good opportunities to save energy for heating of older buildings by adding insulation. The real measurements showed better energy savings than the theoretical calculations. It is estimated that the variations in the local climate on the Faroe Islands have great influence on how much energy an old building uses for heating. It is being proposed that further studies are made to see what influence the Faroese climate has on heat loss in buildings which enables the making of methods that can be used to better represent the Faroese conditions.

Abstract (Faroese)   
[x]

Bjálving og hitatap í føroyskum húsum - ein samanbering

Insulation and heat loss in Faroese houses - a comparison

ABSTRACT (FAROESE): Samandráttur Í fyrsta partinum av verkætlanini verður føroysk bygging við denti á bjálving lýst søguliga. Verkætlanin samanber tvey ymisk sløg av bygningum, ein nýggjan og væl bjálvaðan, og ein eldri og verri bjálvaðan fyri at samanbera orkunýtsluna til upphiting. Annar parturin er at finna tað ástøðiliga hitatapið út gjøgnum konstruktiónirnar á bygningunum. Hetta verður gjørt við nýtslu av mannagongdunum ið eru lýstar í DS 418. Hin parturin er at máta ta veruligu orkunýtsluna til upphiting. Teir nýggjaru bygningarnir eru útgjørdir við orkumátarum bæði til upphiting og til nýtslu av heitum vatni, hetta ger tað møguligt at skilja sundur, hvussu nógv orka er farin til upphiting av bygningunum, og hvussu nógv er farið til heitt vatn. Tann eldri bygningurin er ikki útgjørdur við orkumátarum, so av tí at tað ikki er møguligt at skilja orkuna til heitt brúksvatn og til upphiting sundur, verða nýtslutølini til heitt brúksvatn frá teimum nýggjaru bygningunum nýtt til at meta um nýtsluna av orku til heitt brúksvatn í tí eldra bygninginum. Til síðst verða úrslitini av teimum ástøðiligu útrokningunum av hitatapi samanborin við mátaðu nýtsluna av orku til upphiting. Úrslitini vísa, at tað eru góðir møguleikar at spara orku til upphiting í eldri bygningum við at bjálva teir betur. Tær veruligu átingarnar vístu størri orkusparing enn tær ástøðiligu útrokningarnar. Tað verður mett, at tær ymisku variatiónirnar í lokala veðurlagnum í Føroyum hava stóra ávirkan á, hvussu nógva orku ein bygningur nýtur til upphiting. Mælt verður til, at fleiri kanningar vera gjørdar fyri at síggja hvørja ávirkan føroyska veðurlagið hevur á hitatapið í bygningum, fyri at gera roknihættir ið kunnu nýtast til at umboða føroysk viðurskifti betur.

First Page    Keywords   
[x]

Bjálving og hitatap í føroyskum húsum - ein samanbering

Insulation and heat loss in Faroese houses - a comparison

KEYWORDS: heat loss, house, hitatap, hús, BScOrkUmhv


1-10 Next (Total 413)
Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult