Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Kunning um stakgreinalestur

Stakgreinalesandi eru lesandi, sum fylgja undirvísing og fara til próvs í einstøkum lærugreinum/skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur.

Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi. Tað merkir, at um tey søkja inn á seinna part av BA, mugu tey hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til MA-lestur krevst BA-prógv í føroyskum. Eisini ber til at søkja um upptøku á BA og MA eftir undantaksreglum, sum eru nevndar í námsskipanini síðu 11: Undantøk í upptøkutreytum til BA-evni og síðu 41: Undantøk í upptøkutreytum til MA-evni.

Stakgreinalesandi kann vera tikin upp, um pláss er á skeiðinum.

Gjaldið fyri stakgreinalestur er 200 kr./ECTS, sum verður goldið, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsgjaldið er fyri undirvísing, vegleiðing, próvtøku og umsiting.

Søkt verður um upptøku til stakgreinalestur við umsóknarblaðnum niðanfyri.

Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda.

Stakgreinalestur á Náttúruvísindadeildini

Útbúgvingarnar eru settar saman av skeiðum, og tí ber til at tekna seg til tær einstøku lærugreinirnar og taka prógv í teimum. Serstøk førleikakrøv eru tá til hvørja lærugrein sær. 

Hetta er ein góður møguleiki hjá teimum, sum vilja eftirútbúgva seg, ella vilja vinna sær innlit í eina nýggja lærugrein.
 
Set teg í samband við okkum og fá nærri at vita. Tú ert vælkomin inn á gólvið, at ringja ella at senda teldupost 

Umsóknarblað til stakgreinalestur í lívfrøði:

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352501
nvd(at)setur.fo