Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

NVD Greinsavn

Her kann leitast í NVD greinasavninum, sum fevnir um greinir og rit, sum granskarar á Náttúruvísindadeildini einsamallir ella saman við øðrum hava skrivað og givið út.

[x]
 
Previous 11-20 Next (Total 413)
 
Title Wind Power Project in the Northern Faroe Islands
Vindorkuverkætlan í Norðurøkinum
Jóhan Pauli Magnussen
NVDRit 2016:08, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Vindorkuverkætlan í Norðurøkinum

Title Wind Power Project in the Northern Faroe Islands

ABSTRACT: This report is a result of a project to investigate the possibility of building a wind farm on the order of 10 MW in the northern part of the Faroe Islands – on one of the islands of Kunoy, Borðoy, and Viðoy. In particular, the site options, economics, and environmental impact for such a project are examined. The northern Faroe Islands are characterised by high, steep mountains and rough terrain. This severely limits the options available for siting a wind farm, and only two areas have been identified that would be suitable, both in the southern part of Borðoy. The reason for excluding every other place is the steepness of the landscape, with the only other flat areas of sufficient extent being in deep valleys. A review of available wind turbine types has been made, and it has been determined that using the same wind turbine as the last two installations – the Enercon E-44 (900 kW) – would be a good fit here. It would also be interesting to consider a direct “upgrade” in the larger Enercon E-70 (2,300 kW), if construction and transport are feasible. As the Faroe Islands generally have a high mean wind speed and otherwise good wind conditions, the economics of installing wind turbines are very favourable. The only real concern is that there might not be full utilization of the potential generation that a wind farm would bring – though it should not become a problem until wind penetration is higher. Assuming that losses are negligible, a wind farm has been estimated to cost between 125 m. kr. and 155 m. kr., with an LCOE between 0.35 kr./kWh and 0.41 kr./kWh. This is somewhat higher than the previous Húsahagi installation, mainly because much larger investment in infrastructure is required. It is, however, comparable to the earlier Neshagi project. An investigation of the environmental impacts of the project has been conducted. A project of 10 MW with a capacity factor of ca. 40% would save around 8,000 ton/yr of heavy fuel, equivalent to 26,000 t CO2/yr. On the other hand, the negative environmental effects on flora and fauna could be significant, because of the extensive earthworks that would be required. Effects on the human population should be negligible, but there a minor concerns as the considered sites are close to popular destinations to take walks, and one site is close to a hut owned by the local Scouts. In short, the installation of something like 13 Enercon E-44 or 5 Enercon E-70 wind turbines in the southern part of Bordoy should be economically and environmentally viable, even if a portion of the potentially generated energy would be wasted as a result of the increased wind power penetration.

Abstract (Faroese)   
[x]

Vindorkuverkætlan í Norðurøkinum

Title Wind Power Project in the Northern Faroe Islands

ABSTRACT (FAROESE): Samandráttur Hetta ritið er úrslit av verkætlan við endamálinum at kanna møguleikan at byggja eina vindmyllulund á umleið 10 MW í norðurøkinum av Føroyum – á einari av oyggjunum Kunoy, Borðoy ella Viðoy. Serliga eru tað møguligu staðsetingarnar, fíggjarligu útlitini og umhvørvisárinini av einari slíkari verkætlan, ið verða viðgjørd. Norðurøkið av Føroyum er merkt av høgum, brøttum fjøllum og ójøvnum landslagi. Hetta ger, at bert fáir møguleikar eru til staðseting av einari vindmyllulund, og bert tvey øki eru funnin, ið eru skikkaði; bæði á sunnaru helvt av Borðoynni. Ein meting av teimum vindmyllusløgunum, sum eru á marknaðinum, hevur víst at sama slagið, sum varð nýtt til vindmyllulundirnar í Neshaga og Húsahaga – Enercon E-44 (900 kW) – helst enn er tann, sum er best hóskandi. Møguleiki er eisini fyri at nýta størru Enercon E-70 (2,300 kW), um tað ber til at seta hana upp í Føroyum. Av tí, at miðalvindmegin í Føroyum er rættiliga stór, og at vindviðurskiftini annars eru góð, eru fíggjarviðurskiftini í samband við vindorku lætt at rættvísgera. Tann einasta møguliga forðingin er, at orka fer til spillis, tí ov nógv vindorka longu er á netinum – men hetta verður væntandi ikki ein stórur trupulleiki, fyrr enn væl meir vindorka er komin. Ein vindmyllulund á Borðoynni er mett at kosta ímillum 125 mió. kr. og 155 mió. kr., við einum LCOE á 0.35 kr./kWh–0.41kr./kWh. Tað er meir enn í Húsahaga, men umleið tað sama sum í Neshaga. Ein kanning varð eisini gjørd av umhvørvisárinunum av verkætlanini. Í olju hevði ein 10 MW vindmyllulund við einum kapasitetsfaktori á uml. 40% spart 8,000 t/ár, sum er 26,000 t CO2/ár. Hinvegin, so kunnu árinini á náttúruna fara at vera nokk so stór, tí nógv jarðarbeiði má gerast. Árin á fólk eru eisini møgulig, tí vanligt er at gera gongutúrar til valdu støðini, og tí at eitt skótahús stendur nær við eina av staðsetingunum. Alt í alt hevði tað helst verið ráðiligt, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga, at sett okkurt sum 13 Enercon E-44, ella 5 Enercon E-70, vindmyllur í sunnaru helvt av Borðoynni, hóast ein partur møguliga kundi farið til spillis av høga lutinum, sum vindorka hevur í orkuframleiðsluni.

First Page   Full Text (6.1 Mb)    Keywords   
[x]

Vindorkuverkætlan í Norðurøkinum

Title Wind Power Project in the Northern Faroe Islands

KEYWORDS: Wind power, vindorka, BScOrkUmhv


Title Artificial Lighting Optimization in Older Buildings
Ljósoptimering av eldri bygningi
John Ray Ellingsgaard
NVDRit 2016:07, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Ljósoptimering av eldri bygningi

Title Artificial Lighting Optimization in Older Buildings

ABSTRACT: In this thesis the potential energy savings by upgrading the artificial lighting in a large building is investigated, in this case, Tekniski Skúlin í Klaksvík. First and foremost, the present total energy consumption has been investigated. Thereafter how much of the consumption is by the artificial lighting. Then if changing the present artificial lighting with new energy efficient light sources, how much would the artificial lighting then consume. Danish Standards sets some requirements for how much illumination the different rooms should have, and in this thesis, the illumination with new light sources should reach the requirements in the newest standards. The illumination in some classrooms, practical rooms, canteen and entrance hallway is measured both with and without artificial lighting. This is done, so that we can make an estimation of how much a potential daylight control system could reduce the energy consumption. All the upgrades do of course cost, and the payback time is calculated, so that we are able to see how long time it will take for the savings to reach the expenses. In this thesis, simulations are made of the entrance hallway and one classroom, in order to see that the new artificial lighting delivers the required level of illumination. By upgrading the artificial lighting to more efficient light sources, and installing a daylight control system, could save up to 14 500 kWh per year. The upgrades are estimated to cost approximately 330 500 DKK, but would be paid back in 11 years. By replacing the present light sources to LEDs, will not only decrease the electrical energy consumption, but could also decrease the CO2 outlet by 10 tonnes per year. The school has an energy consumption of 91,9 kWh/m2 per year. Which is higher than the new buildings can consume. By upgrading the artificial lighting, the school would have a total energy consumption of 89,2 kWh/m2 per year. For the school to reach low energy class 2010, the energy consumption must be reduced by 91 500 kWh per year.

Abstract (Faroese)   
[x]

Ljósoptimering av eldri bygningi

Title Artificial Lighting Optimization in Older Buildings

ABSTRACT (FAROESE): Samandráttur Í hesi ritgerð verður møguleikin fyri orkusparing kannaður, har dentur serliga verður lagdur á ljós, í einum størri eldri bygningi, í hesum føri Tekniski Skúlin í Klaksvík. Tað, sum verður gjørt, er fyrst at kanna, hvussu nógva orku skúlin brúkar í verandi løtu upp á ljós, fyri síðani at kanna hvussu nógv tað er møguligt at spara, um ljóskeldurnar verða skiftar til orkusparandi ljóskeldur. Dansk Standard setur nøkur krøv fyri, hvussu nógv ljós skal vera i einum ávísum rúmi, til dømis skal tað vera 300 lux í einari skúlastovu. Hetta ljósið kann vera ein blandingur av dagsljósi og ljósi frá ljóskeldum. Í tí føri verður dagsljósið í summon stovun, matarhølinum, verkstaðnum og í gongini mátað, øll tey somu hølini verða eisini mátað, við bæði dagsljósi og ljósi frá ljóskeldum. Fyri síðani at viðgera tey data, ið er komið fram til, og at kanna hvat fyri møguleikar eru fyri ljósstýringum, so at ljóskeldurnar kunnu nýta minst møguliga orku. At uppstiga ljóskeldurnar og seta upp ljósstýringar kostar sjálvandi eitt sindur, so afturgjaldingartíðin verður eisini roknað. Simuleringar verða gjørdar av gongini og einari stovu við teimum nýggju ljóskeldunum, fyri at vísa at tær liva upp til tey krøvini, sum DS setur. Úrslitini vísa, at við at uppstiga ljóskeldurnar, kunnu umleið 14 500 kWh sparast um árið. Uppstigingarnar eru mettar at kosta 330 500 DKK, men hetta verður spart inn aftur eftir 11 árum. Við at minka um orkuforbrúkið, so minkar CO2-útlatið eisini. Og bert við at uppstiga ljóskeldurnar á Tekniska Skúla í Klaksvík, so verður CO2-útlatið minkað við 10 tonsum um árið. Skúlin hevur í løtuni eitt orkuforbrúk á 91,9 kWh/m2 per ár, sum er hægri enn tað loyvda fyri nýggjir bygningar. Eftir at hava uppstiga ljóskeldurnar, vil TSK hava eitt orkuforbrúk á 89,2 kWh/m2 per ár. Um TSK skal røkka low energy class 2010, má forbrúkið minkað ið 91 500 kWh per ár.

First Page    Keywords   
[x]

Ljósoptimering av eldri bygningi

Title Artificial Lighting Optimization in Older Buildings

KEYWORDS: Lighting, building, ljós bygning, BScOrkUmhv


Illuminance levels in tunnels With special consideration to blinding factors and possible optimization for increased traffic safety
Ljósstøðan í tunlum Við serligum atliti at blendingsfaktorum og møguligum tiltøkum, sum kunnu økja um ferðslutrygdina
Nicolai Mohr Vang
NVDRit 2016:09, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Ljósstøðan í tunlum Við serligum atliti at blendingsfaktorum og møguligum tiltøkum, sum kunnu økja um ferðslutrygdina

Illuminance levels in tunnels With special consideration to blinding factors and possible optimization for increased traffic safety

ABSTRACT: This thesis is based on light measurements taken in the Kollafjardar tunnel with the goal of confirming whether or not the tunnel fulfills the Norwegian standards applied Landsverk in the Faroe Islands. The lighting system in the Kollafjardar tunnel does, according to our measurements, not fulfill the standards. The current entrance zone in the Kollafjardar tunnel is 15.3% of what the standards dictate it should be as the motorist experiences 90% decrease in light in the first 83 meters in the tunnel, while the Norwegian standards recommend a 98% decrease in the first 544 meters of the tunnel. The current state of the tunnel costs the government of the Faroe Islands an estimated 3 800 000 DKK annually in traffic accidents according to accident frequency spanning from April 2006 to December 2015, assuming same accident severity frequency as has been the case in 1991-2000. The cost of renovating the tunnel completely with entrance zone and the associated cost of operation exceeds 69 000 000 DKK but would break even in 18 years. This could generate an income of over 15 000 000 DKK in prevented traffic accidents, assuming the same life expectancy as the current system has had. A possible alternative was examined, where it was found that a passive filter sticking 50 meters out of the tunnel portal may increase dark adaptation time by up to 60 % of the current adaptation time, for half the expenses of replacing only the electrical system, while saving the environment from 43 tonnes of CO2-gas emissions per year. As the tunnel does not fulfill the required standards, this increases the risk of accident upon entrance in the tunnel, for which the accident severity is higher than on open road accidents. Furthermore the Kollafjardar tunnel constitutes a significant threat to older adults, as they may need up to twice the time a young adult needs in order to adapt to darker circumstances.

Abstract (Faroese)   
[x]

Ljósstøðan í tunlum Við serligum atliti at blendingsfaktorum og møguligum tiltøkum, sum kunnu økja um ferðslutrygdina

Illuminance levels in tunnels With special consideration to blinding factors and possible optimization for increased traffic safety

ABSTRACT (FAROESE): Samandráttur Ljósid í tunlum er tann tydningarmesti parturin av ferdslutrygd í tunlum. Serliga í sambandi vid innkoyring í tunlar, ofta nevnt innkoyringssona, er tad altumrádandi, at ljósid minkar stigvíst soleidis, at eygu bilførarans fáa møguleika at venja seg vid tad lítla ljósid, sum er í tunlum. Í sambandi vid hesa uppgávu blivu ljósmátingar gjørdar í Kollafjardartunlinum, og mátingarnar blivu so vidgjørdar í MATLAB. Mátingar vórdu tiknar av bædi beinleidis (rætningsbestemtum) og diffusum ljósi. Mátingarnar av rætningsbestemtum ljósi vórdu tiknar fyri at simulera eygad á bilføraranum. Mátingarnar vístu, at innkoyringssonan á Kollafjardartunlinum ikki livir upp til tann normin, sum Landsverk nytir, id er ásettur av norsku myndugleikunum. Ein vanlig innkoyringssona skal sambært norsku normunum vera 544 metrar long tá koyrt verdur vid eini ferd á 80 km/t. Normarnir siga, at tá id koyrt verdur inn í ein tunnil, skal ljósid ikki broytast fyrstu 50 metrarnar/2.3 sekundini. Sídani skal ljósid falla frá 100 % til 40 % næstu 50 metrarnar /2.3 sekundini. Tá id bilførarin er komin hesar 100 metrarnar inn í tunnilin, skal ljósid fara at falla frá 40 % til 1.4 % næstu 20 sekundini/444 metrarnar. Mátingarnar, sum vórdu tiknar, vístu tó, at ljósid fellur meir enn 90 % teir fyrstu 83 metrarnar inn í Kollafjardartunnilin, og blívur so ov veikt fyri mátiútstyrid at taka nakrar mátingar. Tøl frá Rádnum Fyri Ferdslutrygd og ferdsluvanlukkuhagtøl frá løgregluni vísa, at árliga kostar Kollafjardartunnilin 3 800 000 DKK í vælferdartapi og ítøkiligum fíggjarligum tapi. Nakrar møguligar loysnir blivu vidgjørdar: Tær øktu útreidslurnar í sambandi vid at røkja eina innkoyringssonu tilsvarandi til ta innkoyringssonuna, sum vard sett upp í Nordskálatunnilin í 2008, bleiv roknad fyri fyra ymisk tídarskeid av árinum, har tad var tendrad fyri ymiskan illuminans. Útrokningarnar vístu, at um bert tann elektriska skipanin (20 000 000 DKK) bleiv útskift, og vid teimum hægstu útreidslunum í vidlíkahaldi, so fór útreidslan at betala seg eftir 5 ár grundad spardum útreidslum í sambandi vid ferdsluvanlukkur á strekkinum. Um allur tunnilin skuldi umvælast, so hevdi hatta betalt seg eftir 18 ár. Ein LED-skipan bleiv eisini kannad, og hóast tær LED-perurnar, sum eru í Leynatunlinum, ikki kunnu vidmælast, so kundi tad hugsast, at vid nyggjari LED-tøkni kundi ein smart skipan mennast, soleidis at bilførararnir uppliva betri upplysing í tunlinum. Ein stórur fyrimunur vid LED er, at tad ber til at styra el-nytsluni, og enntá sløkkja perurnar, tá tad ikki er tørvur á teimum. Afturat hesum bleiv møguleikin á einum passivum dagsljósdempara kannadur, har mann byggir eitt tak, sum stingur 50 metrar út frá tunnilsmunnanum. Tad vísir seg, at vid at gera hetta, kann ein økja tillagingstídina hjá bilførarum vid 2.2 sekundum, sum er ein øking á heili 60 % av núverandi stødu, og vidførir eisini eina sparing uppá 43 tons í CO2-gassum um árid. Tad bleiv eisini kannad, um tad ber til at økja endurspeglingina á veggjum og vegi í tunlinum, men av tí at veggirnir eru so mikid vátir, ber tad ikki til, og kanningar hava eisini víst, at hetta virkar best í samspæli vid góda upplysing. Kanningar hava víst, at eldri bilførarar kunnu hava tørv á upp til tvær ferdir so langa tillagingstíd sum ung fólk. Nidurstødan er, at tunnilin livir ikki upp til teir normarnar, sum eru settir av norskum myndugleikum. Eisini hevur verid víst á, at hóast átøk verda gjørd og møguleikin at uppihalda normarnar er til stadar, hava sparingar verdid gjørdar á útreidslum til innkoyringssonur í tunlum, og hetta er tad sídsta stadid, ein sparing skal gerast, tí at flestar ferdsluvanlukkur í tunlum henda í innkoyringini, og tad er tískil ein hóttan móti ferdslutrygdini.

First Page    Keywords   
[x]

Ljósstøðan í tunlum Við serligum atliti at blendingsfaktorum og møguligum tiltøkum, sum kunnu økja um ferðslutrygdina

Illuminance levels in tunnels With special consideration to blinding factors and possible optimization for increased traffic safety

KEYWORDS: Illuminance, tunnel, safety, ljós, tunnil trygd, BScOrkUmhv


Title A Study of weather effects on heat consumption in buildings using heat pumps in the Faroe Islands
Kanning av bygningum við hitapumpum og hvørja ávirkan veðrið hevur á hitanýtsluna
Torstein D. H. Balle
NVDRit 2016:10, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Thesis
Abstract   
[x]

Kanning av bygningum við hitapumpum og hvørja ávirkan veðrið hevur á hitanýtsluna

Title A Study of weather effects on heat consumption in buildings using heat pumps in the Faroe Islands

ABSTRACT: This paper studied the effects of sunshine and wind on the heat consumption of two buildings with different levels of isolation in the Faroe Islands, and attempted to find a dimensioned outdoor temperature. Data of heat consumption for two buildings was examined along with data for sunshine hours and wind velocity. Temperature data was examined to find a fitting dimensioned outside temperature. The results found that a tendency for both sunshine hours and wind velocity having an effect on the heat consumption. The tendency was that a higher number of sunshine hours resulted in a lower heat consumption. For the wind velocity, the tendency was that higher wind speeds caused a larger heat consumption. The results also showed different levels of wind effect for the two houses, with the better isolated house being less affected by the wind. The dimensioned outdoor temperature was found to be either -6,7°, or -4,2° for the last 30 years, or -5,1° or -3,4° for the last 10 years, depending on the method. The conclusion was that sunshine and wind had an effect on the heat consumption in buildings in the Faroe Islands. It was also concluded that buildings with different levels of isolation are also affected differently by the wind.

Abstract (Faroese)   
[x]

Kanning av bygningum við hitapumpum og hvørja ávirkan veðrið hevur á hitanýtsluna

Title A Study of weather effects on heat consumption in buildings using heat pumps in the Faroe Islands

ABSTRACT (FAROESE): Samandráttur: Hendan uppgávan kannar ávirkanina av sól og vindi á hitanýtsluna í tveimum bygningum við ymiskum bjálvingarstøði í Føroyum, og royna at finna ein dimensionerandi útitemperatur í Føroyum. Data fyri hitanýtsluna fyri tveir bygningar var kannað saman við data fyri sólskins tímar og vindferð. Data fyri hitastig varð granskað fyri at finna ein passandi dimensionerandi útitemperatur. Úrslitini vístu at eitt rák, sum bendi á at bæði sólskinstímar og vindferð høvdu eina ávirkan á hitanýtsluna í bygningunum. Úrslitið vísti eitt rák, har fleiri sólskinstímar bóru við sær eina lægri hitanýtslu, og eitt rák har hægri vindferð elvdi til hægri hitanýtslu. Tað sást eisini í úrslitinum at munur var á ávirkanini frá vindi í teimum ymisku bygningunum, har tað betur bjálvaða húsið hevði minnið ávirkan av vindi. Tann dimensionerandi útitemperatururin varð funnin at vera antin -6,7° ella -4,2° C fyri tey seinastu 30 árini, ella -5,1° ella -3,4° C fyri tey seinastu 10 árini, treytað av framgonguhátti. Niðurstøðan var at sól og vindur hevur eina ávirkan á nitanýtsluna í bygningum í Føroyum. Tað var eisini staðfest at bygningar við ymiskum bjálvingarstøði eisini hava ymiskar ávirkanir av vindinum.

First Page   Full Text (3.0 Mb)    Keywords   
[x]

Kanning av bygningum við hitapumpum og hvørja ávirkan veðrið hevur á hitanýtsluna

Title A Study of weather effects on heat consumption in buildings using heat pumps in the Faroe Islands

KEYWORDS: weather, heat consumption, building, veðrið, hitanýtsla, bygningur, BScOrkUmhv


Sjáldsamar loppur á føroyskum rottum
Rare fleas on Faroese rats
Eyðfinn Magnussen, Jens-Kjeld Jensen
Frøði, nr. 1 p, 30-33, 2016
Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Popular Science
Abstract (Faroese)   
[x]

Sjáldsamar loppur á føroyskum rottum

Rare fleas on Faroese rats

ABSTRACT (FAROESE): Rotta eru helst ikki tann skapningurin, sum fólk ynskja sær sum gest. Í flestu førum gerast fólk bangin, tá tey fáa rottur í húsið, og vilja tí sleppa av við tær sum skjótast. Hóast flestu fólk vamlast við henda skapningin, so finnast tað tó fólk, sum gleðiliga taka í móti hesum rottum, sum tey so kunna nýta til vísindaligar kanningar. Høvundarnir til hesa greinina eru tvey tílík fólk.

Full Text (0.3 Mb)    Keywords   
[x]

Sjáldsamar loppur á føroyskum rottum

Rare fleas on Faroese rats

KEYWORDS: rat, Rattus norvegicus, Faroe Islands, fleas, louse


Haruveiðan í Føroyum 2015
Hunting of hare in the Faroe Islands in 2015
Eyðfinn Magnussen
NVD-Rit 2016:02, p. 1-44, 2016
Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Technical Report
Abstract   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2015

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2015

ABSTRACT: This is the forth yearly census of hares hunted in Faroe Islands. The first census was conducted in 2012. The hunting season is from 2 November to 31 December. The 2015 survey is based on data collected, using the webpage “haran.fo”, created for this purpose. The investigation is based on information from 667 distinct hunting expeditions carried out in 197 outfields covering the most of the Faroe Islands. In the present overview, 4,012 hares are registered shot in the Faroe Islands. Based on this, I estimate the total number of hunted hares in the Faroe Islands in 2015 has been around 4,500 animals, maybe a bit higher, but not more than 5,000 hares. Half of the hares were shot in 36 outfields, and 1,987, i.e. 25% of total, in 13 outfields. In the 20 best hunting fields in the Faroe Islands in 2015, a total of 1,350 hares were shot, corresponding to 34% the hunted hares. The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2015 were those from the outfield ‘Norðurtriðingi, Norðaripartur’ belonging to the village Sørvágur. In total, they shot 113 hares on 8 trips. In second place were those from ‘Suðurtriðingur – Ytripartur”, also in Sørvági, with 92 hares from 19 trips. Number three were those from ‘Sundshaga’ in village Sandavágura. They got 78 hares on 110 hunting expeditions. However, if hunting statistics is adjusted by number of trips and shots, then the top-3 list changes. Then, the two fields ‘Byrgið’, belonging to the village Kunoy and ‘Bíggjarhaga – Líðarseyður’ belonging to Kaldbak would then be the most successful. In both of these fields a single man shot 7 hares on a single trip. Number three would then be the guys hunting in ‘Inni í Haga - Heimaripartur’ in Funningi, shooting 6.8 hares per gun per day. Overall, 2.36 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2015, compared to 3.1 in 2014 and 2.9 in 2013. Most hares were shot on the island Streymoy with a total of 1,612, corresponding to 40% of hunted hares in the Faroe Islands in 2015. On the island Vágar 1,059 hares were shot, on Eysturoy 644 and on the island Borðoy 212 hares. The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were shot in 2015. In total, they shot 392 hares on 54 trips, but this is only a third of the hares hunted in 2014, when they shot 1,120 hares on 74 trips. On the first hunting day (2th November) 348 hares were shot in 31 fields. This is 9% of the catch in 2015 and 5% of the trips. On the last hunting day (31st December), a total of 239 hares were shot in 48 fields. On the 636 individual hunting trips in 2015, the hunting success ranged from 0 to 70 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares on a single day. Over the whole season, 6.23 hares were shot in average on a trip, which is less than in 2014, when in average 8.12 hares were obtained per trip. In 2013 they got 8.2 hares in average on each trip. The number of shooters ranged from 1 to 17 in 2015 per trip. On half of the trips, an average of 2.0 or fewer shooters participated, in 196 cases (31%), the hunter was alone. It is estimated that approximately 800 distinct shooters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2015. In 2014, 1,200 hunters participated.

Abstract (Faroese)   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2015

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2015

ABSTRACT (FAROESE): Hetta er fjórða royndin hjá mær at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í yvirlitinum eru tilsamans 4.012 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2015. Út frá hesum meti eg, at samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2015, hevur verið umleið 4.500, kanska eitt sindur hægri, men ikki meira enn 5.000 harur. Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 636 harutúrum í 197 hagapørtum kring landið. Helvtin av harunum vórðu skotar í 36 hagapørtum, av hesum vórðu 1.987 harur, tað er 25 %, skotnar í 13 hagapørtum. Í 20 teimum bestu haruhøgunum, fingu teir tilsamans 1.350 harur, sum er 34% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2015. Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2015 vóru teir í hagapartinum “Norðurtriðingi, Norðaripartur” í Sørvági, eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”. Teir skutu tilsamans 113 harur, sum teir fingu á 8 túrum. Teimum á baki, vóru teir í “Suðurtriðingur – Ytripartur”, eisini í Sørvági, við 92 harum á 9 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í Sundshaga í Sandavági, við 78 harum á 10 túrum. Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapørtunum “Byrgið” í Kunoy og “Bíggjarhaga - Líðarseyður” í Kaldbak . Í báðum hesum høgunum varð bara skotið tann eina dagin, har ein einsamallur maður fekk 7 harur. Á triðja plássi vóru teir, sum skutu í “Inni í Haga - Heimaripartur” í Funningi, við 6,8 harum pr. byrsu pr. dag. Fyri alt landið vórðu skotnar 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er munandi minni enn í 2014, tá veiðan var 3,1 harur pr. byrsu hvønn dagin og eisini minni enn í 2013, tá miðalveiðan var 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin. Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 1.612 harur, sum er 40% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2015. Í Vágum skutu teir 1.059 harur, í Eysturoynni 644 og á Borðoynni 212 harur. Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2015. Tilsamans skutu vestmenningar 392 harur á 54 túrum, men hetta er bert ein triðingur av tí, sum teir fingu í 2014, tá vestmenningar skutu 1.120 harur á 74 túrum. Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru, var mánadagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 348 harur, sum vórðu skotnar í 31 hagapørtum kring landið. Hetta er 9% av samlaðu haruveiðuni í 2015 og 5% av samlaða túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar 239 harur í 48 høgum. Á teimum 636 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2015, var veiðan millum 0 og 70 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu 6,23 harur skotnar á hvørjum túri, sum er eitt sindur minni enn í 2014, tá miðalveiðan var 8,12 harur pr. túr. Í 2013 var miðalveiðan 8,2 harur pr. túr. Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2015 var millum 1 og 17. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 196 ferðir (31%) var bert ein maður og skeyt. Mett verður, at í 2015 skutu einir 800 ymiskir mans harur í Føroyum. Hetta er nógv minni enn í 2014, tá 1.200 mans skutu harur í Føroyum.

Full Text (2.3 Mb)    Keywords   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2015

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2015

KEYWORDS: Hare, Lepus timidus, Faroe Islands, Hunting


Characterizing Population Differentiation and Genetic Variation in Candidate Genes in Mountain Hare Populations with Distinct Coat Color Phenotypes.
Miranda,I., Ferelo,L., Hackländer,K., Magnussen,E., Reid,N., Montgomery,W.I., Alves,P.C., Fereira,J.M.
Poster, 2016
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Conference Paper
Abstract   
[x]

Characterizing Population Differentiation and Genetic Variation in Candidate Genes in Mountain Hare Populations with Distinct Coat Color Phenotypes.

ABSTRACT: Conclusions and Future Perspectives MC1R, ASIP and TYR do not seem involved in the genetic mechanisms that cause different coat color phenotypes in the mountain hare, although we cannot exclude that some of the detected variants may be linked, even if loosely, with the causative mutation. Upcoming studies should include high throughput approaches, scanning the genome for associations with the trait of interest, since these are more efficient and complete methods that would maximize the possibility of uncovering the genetic basis of phenotype variation.

Full Text (1.2 Mb)    Keywords   
[x]

Characterizing Population Differentiation and Genetic Variation in Candidate Genes in Mountain Hare Populations with Distinct Coat Color Phenotypes.

KEYWORDS: Coat Color, Phenotypes, Genetic Variation, Mountain Hare, Lepus timidus, Faroes Islands


Migration and behaviour of the Faroe Plateau cod
, Katharina Maj Ottosen, Martin Wæver Pedersen, Sólvá Káradottir Eliasen, Petur Steingrund, Eyðfinn Magnussen, Till Soya Rasmussen
Poster, presented at the NorMER Annual Meeting, 28-30 September, Stockholm, 2015
Written in English | Subject area Science & Technology | Category Conference Paper
Full Text (0.5 Mb)    Keywords   
[x]

Migration and behaviour of the Faroe Plateau cod

KEYWORDS: Cod, migration, Faroe Plateau, Data logger


Haruveiðan í Føroyum 2014 - og annað tilfar um føroysku haruna
Hunting of hare in the Faroe Islands in 2014 - and other information on Faroese hare
Eyðfinn Magnussen
NVD-Rit 2015:01, p. 1-75, 2015
Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Technical Report
Abstract   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2014 - og annað tilfar um føroysku haruna

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2014 - and other information on Faroese hare

ABSTRACT: This is the third census of hares caught in Faroe Island during the hunting season, from 2 November to 31 December. The first census was conducted in 2012. The survey is based on data collected, using a Facebook-group named “Hare hunting in the Faroe Island”, created for this purpose. The group has around 2,000 members. After a hunting expedition, a participant reports the ‘Date’, ‘Name of the respective outfield’, ‘Number of hares hunted’ and ‘Number of shooters participated’. The reporting is based voluntary participation. Then the data is transfered into a database, used for analyzing of the data. The investigation is based on information from 1,123 distinct hunting expeditions carried out in 348 different outfields covering the most of the Faroe Islands. In the present overview, 9,318 hares are registered shot in the Faroe Islands in 2014. Based on this, I estimate the total number of hunted hares in the Faroe Islands in 2014 has been around 9,400 animals. Assuming half of the hare population is being hunted each year the total number of hares in the Faroe Islands was around 20,000 in 2014. Half of the hares were shot in 47 outfields, and 2,323, i.e. 25% of total, in16 outfields. In the 20-best hunting fields in the Faroe Islands 2014, they shot in total 2,664 hare, corresponding to 29% of all hare hunted in 2014. The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2014 were those from the outfield ‘Úti í Haga á Bjørgum’ belonging to the village Vestmanna. In total, they shot 214 hares on 11 trips. In second place were those from ‘Norðurtriðingi, Norðara parti’ in Sørvági, with 202 hares from 14 trips. Number three were those from ‘Neshaga’ also in village Vestmanna. They got 202 hares on 14 hunting expeditions. However, if hunting statistics is adjusted by number of trips and shots, then the top-3 list changes. The field ‘Fyri Norðan’, belonging to the village Hvannasund, would then be the most successful. In this field a single man shot 11 hares on a single trip. Number two would then be the guy hunting in ‘Skarðhamri’ also in Hvannasundi, shooting 10.6 hares per gun per day. Number three were those from the field ‘Dúvugarðarhaga, Niðanfyri Glyvur’, belonging to the village Saksun, with 9.7 hares per gun per day. Overall, 3.1 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2014, compared to 2.9 in 2013. Most hares were caught on the island Streymoy with a total of 3,924, corresponding to 42% of hunted hares in the Faroe Islands in 2014. On the island ‘Vágar’ 1,893 hares were shot, on ‘Eysturoy’ 1,415 and on the island ‘Borðoy’ 840 hares. The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were caught in 2014. In total, they shot 1,120 hares in the 12 outfields belonging to this village. On the first Saturday in the hunting season (8th November) 1,703 hare were caught in 103 fields. This is 18% of the catch in 2014 and 13% of the trips. On the last hunting day (31st December), a total of 256 hares were shot in 47 fields. On the 1,123 individual hunting trips in 2014, the catches ranged from 0 to 66 hares on each trip. The most common catches were between 1 and 4 hares on a single day. Over the whole season, 8.12 hares were shot in average on a trip, which is slightly less than in 2013, when an average of 8.2 hares were obtained per trip. The number of shooters ranged from 1 to 17 in 2014 per trip. On half of the trips, an average of 2.0 shooters participated, in 337 cases (30%), the hunter was alone. It is estimated that approximately 1,200 distinct shooters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2014.

Abstract (Faroese)   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2014 - og annað tilfar um føroysku haruna

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2014 - and other information on Faroese hare

ABSTRACT (FAROESE): Hetta er triðja royndin at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndir var gjørd í 2012. Í yvirlitinum eru tilsamans 9.318 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2014. Út frá hesum meti eg, at samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014, hevur verið umleið 9.400. Siga vit, at helvtin av harustovninum verður skotin á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin í 2014 einar 20.000 harur. Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.123 harutúrum, sum vórðu gingnir í 348 hagapørtum kring landið. Av samlaðu veiðuni, ið var 9.318 harur, varð helvtin skotin í 47 hagapørtum, av hesum vórðu 2.323 harur, tað er 25 %, skotnar í 16 hagapørtum. Í 20 teimum bestu haruhøgunum, har flestar harur vórðu skotnar í 2014, fingu teir 2.664 harur tilsaman, sum er 29% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2014. Raskastir at skóta harur í Føroyum í 2014 vóru teir ‘Úti í Haga á Bjørgum’ í Vestmanna. Teir fingu tilsamans 214 harur á 11 túrum. Teimum á baki komu teir í ‘Norðurtriðingi, Norðaraparti’ í Sørvági, við 203 harum, sum teir skutu á 14 túrum. Á triðja plássi vóru teir í Neshaga, eisini í Vestmanna. Teir skutu 202 harur, sum teir fingu á 14 túrum. Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesi útrokning, lág best fyri í hagapartinum “Fyri Norðan” í Hvannasundi. Í hesum haganum varð bara skotið tann eina dagin, har ein einsamallur maður fekk 11 harur. Næstir vóru teir á Skarðhamri í Hvannasundi, teir fingu í miðal 10,6 harur pr. byrsu pr. dag. Á triðja plássi vóru teir, sum skutu í “Dúvugarðarhaga, Niðanfyri Glyvur” í Saksun, við 9,7 harum pr. byrsu pr. dag. Fyri alt landið vórðu skotnar 3,1 harur pr. byrsu hvønn dagin. Í 2013 var veiðan 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin. Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 3.924 harur, sum er 42% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014. Í Vágum skutu teir 1.893 harur, í Eysturoynni 1.415 og á Borðoynni 840 harur. Vestmanna er, eins og í 2012 og 2013, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2014. Tilsamans skutu vestmenningar 1.120 harur í teimum 12 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina. Fyrsta leygardag í harutíðini vórðu skotnar tilsaman 1.703 harur í 103 høgum kring landið. Hetta er 18% av samlaðu haruveiðuni í 2014 og 7% av samlaða túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar 256 harur í 47 høgum. Á teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2014, var veiðan millum 0 og 66 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á hvørjum túri. Í miðal vórðu 8,12 harur skotnar á hvørjum túri, sum er eitt vet minni enn í 2013, tá miðalveiðan var 8.2 harur pr. túr. Talið av skjúttum var millum 1 og 17 á hvørjum harutúri í 2014. Helvtin av túrunum vóru 2,0 skjúttar við í miðal, 337 ferð (30%) var bert ein maður og skeyt. Mett verður, at í 2014 skutu einir 1.200 ymiskir mans harur í Føroyum.

Full Text (4.2 Mb)    Keywords   
[x]

Haruveiðan í Føroyum 2014 - og annað tilfar um føroysku haruna

Hunting of hare in the Faroe Islands in 2014 - and other information on Faroese hare

KEYWORDS: Hare, Lepus timidus, Faroe Islands


Yvir 1.200 mans skutu harur í Føroyum í 2014
More than 1,200 shooters participated in the hare-hunting in the Faroes Islands in 2014
Eyðfinn Magnussen
Sosialurin, 11. mars, 2015
Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Popular Science
Abstract (Faroese)   
[x]

Yvir 1.200 mans skutu harur í Føroyum í 2014

More than 1,200 shooters participated in the hare-hunting in the Faroes Islands in 2014

ABSTRACT (FAROESE): Tilsamans skutu teir 9.400 harur á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið. Raskastir vóru vestmenningar. Hetta kann lesast í nýggju frágreiðingini: »Haruveiðan í Føroyum 2014 og annað tilfar um føroysku haruna«, sum júst er útkomin

Full Text (1.7 Mb)    Keywords   
[x]

Yvir 1.200 mans skutu harur í Føroyum í 2014

More than 1,200 shooters participated in the hare-hunting in the Faroes Islands in 2014

KEYWORDS: Hare, Lepus timidus, Faroe Islands


Previous 11-20 Next (Total 413)
Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352501
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult