Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Til studentar á Náttúruvísindadeildini

Lestrarvegleiðing

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa vegleiðing og stuðul í ymiskum persónligum viðurskiftum í sambandi við lesturin. Øll vegleiðing fer fram í trúnaði.

Lestrarvegleiðarin er at hitta:

Lestrarskrivstovuni
J. C. Svabos gøta 7
FO-100 Tórshavn

Viðtalutíð

  • mánadag kl. 9.00 - 15.00
  • týsdag kl. 9.00 - 15.00
  • fríggjadag kl. 9.00 - 15.00


Møguligt er at avtala aðrar tíðir, og eisini er møguligt hjá studentavegleiðarunum at koma út á Náttúruvísindadeildina.


Eisini ber til at ringja á:

  • telefon 292579


Teldupostar kunnu sendast á

Bárður Rasmussen, studentavegleiðari

Útslóðir

Studni
umsitur ymsar stuðulsskipanir fyri føroysk lesandi.

Altjóða Skrivstovan
vegleiðir í lestrarviðurskiftum fyri føroyingar sum ætla sær undir hægri lestur í útheiminum.

Úrvaldar vísindaslóðir
har lærarar, studentar og onnur áhugað kunnu leita fram upplýsingar, tíðindi og 'søgur' úr ríka vísindaheiminum.

Nordic Master

"The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate" er MARECLIM-masterútbúgving, ið universitetini í Bergen, Århus, Íslandi og Føroyum bjóða út í felag.

Útbúgvingin var fyrstu ferð boðin út í 2009, og er eitt altjóða lestrartilboð til tey, ið hava eina bachelor útbúgving í lívfrøði ella fysiskari havfrøði við førleika og áhuga at loysa tvørfakligar havfrøðiligar uppgávur.

Nærri kunning um útbúgving og upptøku

Eingin upptøka í 2014

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult