Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár.

Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýrismanninum uttaneftir tilnevndu stýrislimir. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Rigmor Dam, landsstýriskvinna hevur tilnevnt hesar uttanhýsislimir í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, tíðarskeiðið 1. januar  2017 til 31. desember 2020.

  • Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
    Varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur
  • Ólavur Ellefsen, stjóri
    Varalimur: Hans Pauli Strøm, sosiologur
  • Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet
    Varalimur: Martin Zachariasen, dekanur Syddansk Universitet
  • Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun Árna Magnússonar, Reykjavík
    Varalimur: Guðrun Gaard, ph.d. í føroyskum

 

Harumframt hevur landsstýriskvinnan, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, sett niðanfyri standandi limir og varalimir í stýrið, tíðarskeiðið 1. januar  2017 til 31. desember 2020. Tó er studentaumboð tilnevnt fyri eitt ár í senn. 

  • Gestur Hovgaard, ph.d. lektari á Søgu- og samfelagsdeildini
    Varalimur: Sára Joensen, deildarskrivari á Føroysmálsdeildini
  • Svein-Ole Mikalsen, ph.d. professari á Náttúruvísindadeildini
    Varalimur: Hans Harryson, námslektari á Námsvísindadeildini
  • Silja Aldudóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini, frá 1. januar 2017
    Varalimur: Emil Hermansen, løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini

 

Tilmælið er gjørt við støði í innanhýsisvali til stýrið, ið varð hildið 23. novembur 2016 millum ávikavist starvsfólk og lesandi.

Stýrið er sett frá 1. januar 2017.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo