Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Fróðskaparrit

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Í røðini eru higartil komnar 61 bøkur. Næsta bókin kemur væntandi í november 2015.

Fróðskapur hevur tikið yvir útgávuna av Fróðskaparritum frá Føroya Fróðskaparfelag, sum við dyggum stuðli frá Mentannargrunni Landsins gav út Fróðskaparrit frá 1952 til 2004.

Ritstjórar fyri Fróðskaparritum eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvara og Magni Mohr.

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit, kanst tú seta teg í samband við ritstjórnina á frodskapur(at)setur.fo  

Hevur tú hug at halda Fróðskaparrit, kanst tú senda ein teldupost til bms(at)bms.fo

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo