Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Bachelor-útbúgvingar

Á Náttúruvísindadeildini byrja bachelor útbúgvingar hvørt summar, men tað eru ikki tær somu hvørja ferð. Upptøka komandi árini er:

  • Á sumri 2017: 3½ ára bachelor í Orkuverkfrøði og 3 ára bachelor í Orkuvísindum
  • Á sumri 2018: 3 ára bachelor í Lívfrøði og 3 ára bachelor í KT-verkfrøði

 

Ein gjøllari kunning um útbúgvingarnar sæst niðanfyri.

Orkuverkfrøði og Orkuvísindi

Ein bachelor innan orku gevur tær eina breiða vitan um burðardygga orkuveiting og orkunýtslu. Dámar tær stødd- og alisfrøði og ynskir tú at fáast við varandi orku og orkusparingar? So er hetta júst útbúgvingar fyri teg.

Setrið bjóðar tvær lestrarleiðir innan orku: Orkuverkfrøði á 3,5 ár og Orkuvísindi á 3 ár. Fyrri møguleikin inniheldur ½ ár av starvsvenjing, seinni møguleikin letur upp fyri samlestri við aðrar útbúgvingar t.d. hjánám í støddfrøði. Les meiri um møguleikarnar á leinkjunum niðanfyri

Lívfrøði

Lívfrøðiútbúgvingin er ein spennandi útbúgving, sum gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði. Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt er føroyska náttúran ein náttúrligur partur í útbúgvingini. Hevur tú áhuga fyri dálking, vilt tú finna nýggjar hættir at nýta føroyska tilfeingið ella undrast tú á, hví summi fáa krabbamein?

Setrið bjóðar tríggjar ymsar lestrarleiðir innan lívfrøði: Lív-vistfrøði, Havlívfrøði og Mýlska lívsvísindi. Eftir trý ár fært tú barchelorprógv, sum gevur tær fleiri arbeiðsmøguleikar og høvi til at lesa víðari til master (M.Sc.). og ph.d.

KT-verkfrøði

Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT, tekniskum loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni (KST).

Aðrar upplýsingar

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352501
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult