Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Dekanur

Turið Sigurðardóttir dekanur
Turið Sigurðardóttir

Dekanurin hevur til uppgávu at stýra deildini. Dekanurin er ovasti myndugleiki og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni.
Dekanurin tekur formligar avgerðir, eitt nú góðkennir skeið, ásetir próvtøkur, góðkennir fíggjarætlan o.s.fr. Hann hevur ábyrgd av tilevningum av námsskipanum á deildunum og av, at útbúgvingar verða avrikaðar eftir galdandi fyriskipanum. Ein partur av hesum er at góðkenna próvdømingarhættir og gera tilmæli um próvdómarar.

Landsstýrið hevur endaligu góðkenningina av próvdómarunum. Próvtøkurnar verða endaliga fastlagdar av dekaninum.

Dekanurin góðkennir niðurstøður, sum lestrarráðið ger um góðskriving.

Dekanurin tryggjar sær at játtanin, ið er latin deildini, verður hildin. Hetta verður gjørt við javnan at viðgera fíggjarstøðuna á deildini.

Útbúgvingarleiðari

Útbúgvingarleiðarin hevur ábyrgdina av, at útbúgvingin fylgir teimum reglum, ið galda fyri Fróðskaparsetur Føroya. Arbeiðsbyrðan fevnir m.a. um at leggja til rættis og reka sjálva útbúgvingina, sum skal samsvara við strategi og mál hjá Fróðskaparsetrinum. Útbúgvingarleiðarin samskiftir við lærarar um skeiðslýsingar og tilrættislegging av undirvísing og próvtøkum, og hann hevur ábyrgdina fyri, at námsskipan og undirvísing verður eftirmett í samsvari við galdandi leiðreglur fyri eftirmeting á Fróðskaparsetrinum. 

Útbúgvingarleiðarin leggur til rættis og skipar útbúgvingina soleiðis, at tey mál, ið sett eru fyri innihaldi, læruúrtøkum og góðsku, verða nádd, og hevur tí tætt samstarv við dekanin og lestrarráðið á deildini.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult