Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Universitetsútbúgvingar

Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum.

Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini ber til at taka støðisnám í føroyskum máli og bókmentum, bachelorútbúgving - BA í føroyskum máli og bókmentum og masterútbúgving - MA í føroyskum máli og bókmentum..

Útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini

Á Søgu- og samfelagsdeildini hava vit í  løtuni 3 bachelorútbúgvingar, eina í søgu og tvær innan samfelagsvísindi, ávikavist “sosialvísindi og samfelagsplanlegging” og “politikkur og umsiting” (stjórnmálafrøði).

Eisini bjóðar Søgu- og samfelagsdeildini fullttíðarlestur í løgfrøði á masterstigi frá lestrarbyrjan á heysti í 2013

Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi og fylgja leistinum í europeiska Bologna-sáttmálanum. Útbúgvingarnar geva tí eisini atgongd til víðari lestur á universitetum uttanlands.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult