Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum

Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum

Atlantic Airways kunngjørdi herfyri, at felagið hevur gjørt eina nýggja skipan, sum knýtir lesandi og ungdóm nærri Føroyum, og sum eisini fer at gera tað meiri áhugavert hjá ungum føroyingum at búgva og nema sær útbúgving í Føroyum.

Vit hava ta avbjóðing í Føroyum, at ein stórur partur av okkara ungdómi fer av landinum at nema sær útbúgving og ein stórur partur av teimum velja ikki at venda heimaftur eftir loknan lestur. 


“Jú nærri lesandi eru knýtt at Føroyum í lestrartíðini, jú meiri sannlíkt er tað, at tey venda heim aftur eftir loknan lestur. Somuleiðis er tað umráðandi at gera umstøðurnar her heima so góðar fyri ungdóm, sum velur at búleikast og nema sær útbúgving í Føroyum.  Tí eru vit sera fegin um at kunna avdúka hesa serskipan fyri ungdóm og lesandi, sum ger tað fíggjarliga lagaligari hjá teimum at ferðast til og úr Føroyum – at sveiggja fram og aftur. Tað hevur eisini verið eitt politiskt ynski at knýta ungdómin nærri Føroyum, og vænta vit, at hendan skipan er eitt týðandi stig á vegnum” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.


Navnið á nýggju ferðaseðlunum er SVEIGGJ, og prísurin er úr 1.245 kr. t/r íroknað skattir og avgjøld. Hetta slagið av ferðaseðlum kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðið av hesum slagnum av ferðaseðlum kann verða avmarkað á útvaldum fráferðum. Neyðugt er at kunna skjalprógva, at tú ert yngri enn 26 ár ella fulltíðarlesandi. Sama avsláttarskipan fyri børn verður eisini galdandi sum á vanligum ferðaseðlum, har børn yngri enn 12 ár fáa 50% avsláttur av ferðaseðlakostnaðinum og pinkubørn fáa 90%.  SVEIGGJ ferðaseðlar verða til taks á Danmarkar og NORÐ-leiðunum hjá Atlantic Airways.

Ung undir 26 ár kunnu longu nú bíleggja ein SVEIGGJ ferðaseðil við at seta seg í samband við Atlantic Airways ella eina ferðaskrivstovu. Tað verður eisini gjørligt at bíleggja SVEIGGJ ferðaseðlar beinleðis á heimasíðuni hjá Atlantic Airways. Á heimasíðuni kunna ung og lesandi sær ein vanga, har tey lesandi eldri enn 25 ár verða biðin um skjalprógv frá teirra lærustovni, at tey eru fulltíðarlesandi á einum lærustovni, ið er góðkendur av Studna ella SU.

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult