Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur skipað seg

Nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum tók við 1. januar, hevur skipað seg. Á fyrsta fundinum, sum var í Mentamálaráðnum 31. januar, skipaði stýrið seg við Ólavi Ellefsen, stjóra, sum formanni og Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, sum næstforkvinnu.
Landsstýriskvinnan saman við limum og varalimum í nýggja stýrinum. Fremsta røð úr vinstru: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Hans Harryson, Guðrún Nordal, Silja Aldudóttir, Ólavur Ellefsen og Sára Joensen. Onnur røð úr vinstru: Guðrun Gaard, Svein-Ole Mikalsen, Marita Rasmussen og Anders Bjarklev. Triðja røð úr vinstru: Sigurð í Jákupsstovu, Heidi Poulsen og Hans Pauli Strøm. Aftasta røð úr vinstru: Jørgen Meitilberg, Emil Hermansen og Gestur HovgaardLandsstýriskvinnan saman við limum og varalimum í nýggja stýrinum. Fremsta røð úr vinstru: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Hans Harryson, Guðrún Nordal, Silja Aldudóttir, Ólavur Ellefsen og Sára Joensen. Onnur røð úr vinstru: Guðrun Gaard, Svein-Ole Mikalsen, Marita Rasmussen og Anders Bjarklev. Triðja røð úr vinstru: Sigurð í Jákupsstovu, Heidi Poulsen og Hans Pauli Strøm. Aftasta røð úr vinstru: Jørgen Meitilberg, Emil Hermansen og Gestur Hovgaard

Nývalda stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya tók við á nýggjárinum. Í gjár hevði stýrið sín fyrsta fund, ið var hildin í Mentamálaráðnum. Á fundinum skipaði stýrið seg við Ólavi Ellefsen sum formanni og Maritu Rasmussen sum næstformanni.

Í nýggja stýrinum eru Ólavur Ellefsen, stjóri, sum er formaður, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum er næstforkvinna, Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet, Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun Árna Magnússonar, Reykjavík, Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, Svein-Ole Mikalsen, professari á Náttúruvísindadeildini og Silja Aldudóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini, sum er umboð teirra lesandi.

Varalimir í stýrinum eru Heidi Poulsen, arkitektur, Hans Pauli Strøm, sosiologur, Martin Zachariasen, dekanur, Syddansk Universitet, Guðrun Gaard, ph.d. í føroyskum, Sára Joensen, deildarskrivari á Føroyamálsdeildini, Hans Harryson, námslektari á Námsvísindadeildini og Emil Hermansen, løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, sum er varalimur fyri tey lesandi.

Áðrenn stýrisfundin í Mentamálaráðnum nýtti Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, høvi at kunna stýrið um útbúgvingarpolitisku ætlanirnar hjá landsstýrinum. Landsstýriskvinnan vísti á, at menning av útbúgvingarøkinum er lykilin til burðardyggan vøkstur í Føroyum, tí við einum nøktandi útboði av útbúgvingum velja ung fólk í størri mun at nema sær útbúgving og seta búgv í Føroyum fram um at fara uttanlands.

Valskeiðið hjá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya er fýra ár. Í stýrinum, sum er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins, sita sjey limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Tey lesandi velja nýggjan lim á hvørjum ári. Limirnir uttaneftir skulu hava univesitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Samband
Ólavur Waag Høgnesen

Seinastu tiðindi

17.02.2017
Ein seinnapartur við føroyskum
Týsdagin verða seks fyrilestrar um ymisk viðvíkjandi føroyskum
15.02.2017
Fyrilestur á Torradøgunum: Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast?
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16....
07.02.2017
Miðnámsprógv og hvat so?
Fróðskaparsetrið fer nú undir árligu kunningina á miðnámsskúlunum. Lagt verður fyri hósdagin í...
06.02.2017
Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2017
Á almennari samkomu á Reinsarínum hóskvøldið 9. februar kl. 19 verður gávugóðs úr Grunni Thorvalds...
Fleiri tíðindi...
Vísir 11 til 20 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult