Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Námsfrøðilig leiðsla góð, men vantar yvirskipaðan leist

Støðan innan námsfrøðiliga leiðslu hjá føroyskum skúlaleiðarum er góð, men vantar ein yvirskipaðan leist.
Jóhannes Miðskarð hevur kannað námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum (NLFF)Jóhannes Miðskarð hevur kannað námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum (NLFF)

Í einari nýggjari granskingarverkætlan hevur Jóhannes Miðskarð, ph.d. og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, kannað námsfrøðiligu leiðsluna hjá føroyskum skúlaleiðarum.

Námsfrøðilig leiðsla er nakað annað enn - men tó samantvinnað við - starvsfólkaleiðslu, strategiskari leiðslu og fyrisitingarligari leiðslu. Í námsfrøðiligari leiðslu eru tvey høvuðsvirksemi: leiðsla av læraranna undirvísing og menning av organisatoriskum strukturum, sum menna læraranna undirvísing.

Í granskingarverkætlanini varð kannað, bæði hvussu skúlaleiðararnir fataðu teirra egnu námsfrøðiligu leiðslu, og hvussu lærararnir fataðu námsfrøðiligu leiðslu skúlaleiðaranna. Hetta var gjørt á fýra ymiskum skúlum í Føroyum.

Kanningin staðfesti, at hesir føroysku skúlaleiðararnir á ein dygdargóðan hátt útinna nógv virksemi, sum kunnu sigast at verða námsfrøðilig leiðsluvirksemi. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at skúlaleiðarar í Føroyum, inntil víðari, ikki hava fingið nakra beinleiðis eftirútbúgving í at leiða undirvísingina hjá lærarum.

Men kanningin staðfesti eisini, at hesir føroysku skúlaleiðararnir vanta ein yvirskipaðan leist, sum samansjóðar teirra námsfrøðiliga leiðsluvirksemi.

Úrtøkan av granskingarverkætlanini er ein vísindalig grein, ið er send til javnlíkametan hjá einum altjóða tíðarriti innan skúlaleiðslu. Harumframt eru fýra aðrar greinar, ið verða lagdar á heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Samband:
Jóhannes Miðskarð, johannesm(at)setur.fo, tlf. 299426

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult