Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Silja Aldudóttir gjørdist umboð teirra lesandi í stýrinum

Av teimum 816 fulltíðarlesandi, sum høvdu valrætt, avgreiddu 211 lesandi atkvøðu. Silja Aldudóttir fekk flestar atkvøður og varð fyrst vald.
Silja Aldudóttir, nýggja umboðið fyri tey lesandi í stýrinum í 2016-17Silja Aldudóttir, nýggja umboðið fyri tey lesandi í stýrinum í 2016-17
Emil Hermansen, varaumboð fyri tey lesandi í stýrinum í 2016-17Emil Hermansen, varaumboð fyri tey lesandi í stýrinum í 2016-17

Fimm valevni bjóðaðu seg fram sum umboð fyri lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Av teimum 816 fulltíðarlesandi, sum høvdu valrætt, avgreiddu 211 lesandi atkvøðu. 

Úrslitið av valinum gjørdist, at Silja Aldudóttir fekk 91 atkvøður,  Emil Hermansen fekk 44 atkvøður, Tór Marni Weihe fekk 37 atkvøður, Gunnar Knudsen fekk 23 atkvøður og Bárður Clementsen fekk 16 atkvøður.  

Sostatt gjørdist Silja Aldudóttir, MA-lesandi í føroyskum á Føroyamálsdeildini, umboð - og Emil Hermansen, løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, gjørdist varaumboð fyri lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo