Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Avvarðandi børn hava eisini tørv á umsorgan, kunning og stuðli

Kristianna Dam, námslektari, ger kanning um, hvussu føroysk børn uppliva at vera avvarðandi hjá foreldrum við álvarsamari, varðandi sálarsjúku
Børn hjá foreldrum við álvarsamari varðandi sálarsjúku eru viðbrekin og hava tørv á umsorgan, stuðli og kunningBørn hjá foreldrum við álvarsamari varðandi sálarsjúku eru viðbrekin og hava tørv á umsorgan, stuðli og kunning
Kristianna L. Dam, námslektari: Kanningin skal varpa ljós á ein ósjónligan málbólk og veita vitan, ið kann nýtast í kliniskari praksis. Myndin niðanfyri er tikin í sambandi við framløgu av undankanninginiKristianna L. Dam, námslektari: Kanningin skal varpa ljós á ein ósjónligan málbólk og veita vitan, ið kann nýtast í kliniskari praksis. Myndin niðanfyri er tikin í sambandi við framløgu av undankanningini
Avvarðandi børn hava eisini tørv á umsorgan, kunning og stuðli

Talan er um kvalitativa kanning við 11 føroyskum luttakarum, sum eru 18 ár ella eldri, og tað er Kristianna Dam, námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini, ið ger hana. Í kanningini verða teir spurdir um, hvussu teir uppliva og hava upplivað sína tilveru sum avvarðandi barn hjá  foreldrum, rakt av álvarsamari sálarsjúku.

Eingin føroysk kanning

Ongin vísindalig kanning er gjørd um, hvussu føroysk børn uppliva at vera avvarðandi hjá foreldrum við álvarsamari, varðandi sálarsjúku. Kristianna hevur tó frammanundan – saman við Elisabeth O.C. Hall frá Aarhus Universiteti – gjørt eina bókmentarannsókn og gjøgnumgingið 22 vísindaligar kanningar úr 10 ymiskum londum.

Úrslitið av teirri gjøgnumgongdini vísir, at børn hjá foreldum, ið eru rakt av álvarsamari varðandi, sálarsjúku, eru ein viðbrekin málbólkur, ið m.a. hevur tørv á umsorgan, stuðli og kunning um sálarsjúku. Fáa tey ikki tað, so kann tað elva til fysiskar, sálarligar og sosialar trupulleikar í barndóminum og í vaksnamannalívinum.

Kanningin skal veita vitan til kliniska praksis

Hóast hetta, so eru børn hjá foreldrum við sálarsjúku lágt raðfest og nærum ósjónlig innanfyri føroyska heilsuverkið og í samfelagnum sum heild. Endamálið við kanningini hjá Kristionnu er at varpa ljós á og at veita granskingargrundaða vitan um tilveruna hjá avvarðandi børnum í Føroyum – vitan sum kann nýtast í kliniskari praksis til málbólkin í Føroyum og internationalt.

Nýggja kanningin, ið verður liðug á vári 2017, verður fíggjað av Sjúkrakassagrunninum.

Úrslitini av undankanningini eru almannakunngjørd fyrr í ár Scandinavian Journal of Caring Science. Greinin ber heitið “Navigating in an unpredictable daily life: a metasynthesis on children's experiences living with a parent with severe mental illness”, og samandráttur á enskum kann lesast her.

Samband
Kristianna L. Dam

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult