Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Set tín dám á framtíðar Setrið

Á ráðstevnuni Nordic Sustainable Universities Conference í morgin og fríggjadagin hava starvsfólk og lesandi á Setrinum møguleika at ávirka, hvussu eitt framtíðar setursumhvørvið eigur at verða
Starvsfólk og lesandi vita best, hvat vantar í dag og hvat krevst av einum komandi setursumhvørviStarvsfólk og lesandi vita best, hvat vantar í dag og hvat krevst av einum komandi setursumhvørvi

Eitt av stórmálunum hjá Setrinum er at fáa tíðarhóskandi karmar til tað alsamt vaksandi virksemið – at fáa tað, ið hevur verið rópt eitt sokallað kampusøki. Í september handaði ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni fyrstu frágreiðingina, og har verður m.a. sagt, at “universitetsøkið má vera eitt opið, inkluderandi og savnandi umhvørvi, ið dregur býin, samfelag og vinnulív til sín.”

Starvsfólk og lesandi mugu koma við sínum sjónarmiðum
Lau Ø. Blaxekjær er ein teirra, ið hevur tikið stig til ráðstevnuna Nordic Sustainable Universities Conference, sum verður í Havn hósdagin og fríggjadagin. Tá ið talað verður um burðardygd, so verður oftast hugsað um tilfars- og orkunýtslu. Lau vísir á, at burðardygd er eisini hetta, at tey, ið á einhvønn hátt eru partur av eini verkætlan, eisini eru við til at forma hana.

- Tey, ið virka á Setrinum, skulu hava umstøður at virka, trívast og mennast á einum framtíðar Setri. Tað er upplagt, at starvsfólk og lesandi koma á ráðstevnuna at hoyra framløgurnar og ikki minst bera síni sjónarmið fram. Tá ið alt kemur til alt, so eru tey sjálvi, ið vita best, hvat tey sakna og hvat tey kundu hugsað sær, sigur Lau Ø. Blaxekjær.

Øll sjónarmið verða tikin við
- Tí rokni eg við at síggja fleiri starvsfólk og lesandi á ráðstevnuni, og at tey fara at koma at bera fram sínar royndir og síni sjónarmið í verkstovunum, sum vera. Tey, ið bert kunnu seta ein dag av, kunnu koma til fyrra dagin, í morgin hósdagin, tá ið framløgurnar og verkstovurnar vera, sigur Lau Ø. Blaxekjær.

Lau Ø. Blaxekjær leggur í sambandi dent á, at fleiri limir í arbeiðsbólkinum vera á ráðstevnuni og at øll sjónarmið, sum verða borin fram, eisini verða tikin við í framtíðar arbeiðnum við nýggja Setrinum.

Ráðstevnan er ókeypis fyri lesandi og starvsfólk - og tú fært ráðstevnudøgurða í Fútastovu, um tú meldar teg til í dag.

Tú kanst melda teg til her.

Nordic_Sustainable_Campus_Conference_Programme_Torshavn_Oct_2017.pdf

Samband
Lau Øfjord Blaxekjær

Fílur
Samband
Lau Øfjord Blaxekjær

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult