Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Útgáva: Ritgerð um støðu Føroya og Grønlands til ES limaskap

Fróðskapur hevur givið út bókina North Atlantic Euroscepticism. The rejection of EU membership in the Faroe Islands and Greenland, eftir Christian Rebhan. Hetta er ph.d.ritgerð, sum hann vardi í 2014.
05.04.2016Fróðskapur
Útgáva: Ritgerð um støðu Føroya og Grønlands til ES limaskap

Talið av limalondum í Evropasamveldinum ES økist alsamt. Men ikki øll í Evropa eru eins áhugað í limaskapi. Í Norðuratlantshavi, í útjaðaranum av Evropa, halda Føroyar og Grønland seg frá øktari integratión við ES. Tá Danmark gjørdist limur í EEC í 1973 avgjørdi Løgtingið, at Føroyar skuldu vera verandi uttanfyri felagsskapin. Grønland noyddist at gerast partur av EEC móti sínum vilja. Í 1985 gjørdi Grønland, sum fyrsta og higartil einasta land, at taka limaskap sín aftur og fara úr EEC.  Í bókini verður ivasemi móti EEC og seinni ES frá 1959 kannað. Hví ynsktu Føroyar og Grønland ikki ES limaskap? Var tað fyri at verja fiskuveiðuøkið móti evropeiskari fiskiveiðu ella at varðveita teirra politisku sjálvstøðu? Og hvørjar vóru avleiðingarnar av, at Danmark gjørdist limur, meðan tvey sjálvstýrandi øki í ríkisfelagsskapinum ikki vórðu limir?

Christian Rebhan er stjórnmálafrøðingur. Hann hevur lokið Master útbúgving í International Relations við Háskúla Íslands, eftir at hava lisið í Munchen, Cork og Reykjavík. Hann hevur, síðani hann var í Føroyum fyrstu ferð í 2003, serliga arbeitt við politiskum viðurskiftum í Norðuratlanshavi. Í 2014 vardi hann ph.d. heiti í stjórnmálafrøði við Humboldt-Universität zu Berlin og Háskúla Íslands.

The North Atlantic Euroscepticism er 230 s. og kostar 220 kr. í bókabúðunum. Í næstum fer hon eisini at vera tøk sum ebók.

Permumyndina hevur Minju Lee málað. 

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo