Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Jóan Pauli Joensen fekk M.A. Jacobsens heiðursløn

Hósdagin 1. oktober fekk Jóan Pauli Joensen professari M.A. Jacobsens heiðurslønina 2015 fyri yrkisbókmentir. Hann fekk heiðurslønina fyri verkið Bót og Biti.
02.10.2015Fróðskapur
Jóan Pauli Joensen fekk M.A. Jacobsens heiðursløn

M. A. Jakobsens heiðurslønirnar 2015 vóru handaðar á samkomu í Müllers  Pakkhúsi. Carl Jóhan Jensen fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir, Jóan Pauli Joensen fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir, og Jákup Veyhe fekk virðislønina fyri mentanaravrik

Jóan Pauli Joensen fekk heiðurslønina fyri bókaverkið Bót og biti, 1 og 2, sum kom út á 70 ára føðingardegi hansara 30. apríl 2015. Í grundgeving sínari segði nevndin, at verkið er úrslit av forvitni og frásagnarfrøi hjá nærløgdum granskara, og at tað er týðandi íkast í siðsøguliga mentanarvarðan.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir er kr. 35.000 kr.

Jóan Pauli Joensen segði soleiðis í takkarøðu sínari:  

"Um hesa tíðina fyri júst 40 árum síðani hevði eg mína gongd í Einars Prent, har mín fyrsta bók Færøske sluppfiskere varð prentað.

 Frammanundan hevði eg savnað frásagnir frá sluppfiskimonnum sum grundarlag undir bókini, ið eg vardi sum doktararitgerð við Lunds Universitet 19. desember 1975. Eg var tá 30 ára gamal. Hon kom óivað í tøkum tíma, tí hon var prentað í 2 uppløgum.

Henda mín fyrsta bók var um lívið umborð á sluppunum. Hon var skrivað á eini lítlari Princess ferðaskrivimaskinu, keypt frá Nýggja Bókhandli.

 Um sama mundið var eg biðin um at skriva eina bók um føroyska fólkamentan á svenskum. Tað var bókin Färöisk folkkultur, sum kom út  í 1980, hon varð umsett til føroyskt undir heitinum Fólk og mentan  og kom út í 1987.

Straks eftir at bókin Færøske sluppfiskere var komin út, byrjaði eg innsavningarverkætlanina Føroyar í slupptíðini.  Tríggjar bøkur og fleiri vísindaligar greinir komu burturúr, eitt nú bókin Fiskafólk, sum kom út í 1982. Hon var mær vitandi næstseinasta bókin, ið var prentað við blýsatsi hjá Einars Prent. Seinasta var  Nú er tann stundin. hjá Hans Jacob Debes, sála, sum kom út stutt eftir.

Burturúr verkætlanini Føroyar í slupptíðini kom eisini doktararitgerð mín í søgu við Aarhus Universitet Fra bonde til fisker í 1987. Tá var var prentitøknin so nógv broytt, at eg kundi lata Jon Hestoy handritið á diskettu.

Nógv av tí, sum eg havi skrivað er á øðrum málum enn føroyskum.  Eg havi eisini roynt at skriva fyri fólk uttanfyri Føroyar. Kenni meg sum ein norðurlendskan etnolog og havi verið uppi í fleiri norðurlendskum verkætlanum. Eitt nú havi eg umframt bókina á svenskum um føroyska fólkamentan, skrivað eina bók um føroyskar brúdleypssiðir á donskum, givin út í samstarvi við universitetið í Keypmannahavn og eina um grindadráp á enskum, sum Fróðskapur gav út í 2009. Ein tann fyrsta fyrispurningin um hesa bók fekk eg úr Tasmania. Mær er sagt, at Pamela Andersen hevur siterað grindabókina, um tað er fyri tað góða ella tað ringa, tori eg ikki at siga.

 Eg kann eisini reypa av, at okkurt sum eg havi skrivað um saltfisk og fiskaturking er komið út á italskum máli, og at eg eisini eigi part í bók, sum er útgivin á japanskum um søgu og mentan í Norðurlondum.

Gransking hevur verið partur av arbeiði mínum, sum eg havi roynt at tikið í álvara, tí uttan at talan er um útgivin granskingarúrslit, sum onnur kunnu lesa, gevur gransking onga meining.

Eg havi verið so heppin at finna stóra gleði í at skriva og tað hevur fallið mær lætt. At skriva søgu og siðsøgu er á ein hátt at vaksa um tilvitið um okkum sjálvi. Eg havi verið so heppin ikki bert sjálvur at hava kunna granskað, men eisini at hava kunna granskað saman við fólkinum um fólkið. Eg havi eisini roynt at  givið heimildarfólkum mínum eina rødd og latið tey sjálvi komið til orðanna og sjálvi siga tað, sum sigast skal, har tað hevur verið møguligt. Tað, sum eg havi skrivað á føroyskum, havi eg roynt at skrivað so, at tað er lesandi hjá teimum flestu, vónandi.

At granska og skriva granskingarúrslitini saman til tekst, kann vera krevjandi, tí tað tú skrivar, verður ongantíð sjálvur veruleikin, men ein avmynd – ein modell –  av veruleikanum, sum kortini skal vera so neyv sum gjørligt.

Eg havi verið so heppin, at tað at granska og skriva hevur verið partur av mínum arbeiði, men tann lønta arbeiðstíðin hevur ongantíð strekt til. Tað er luturin hjá mestsum øllum teimum sum granska og geva út granskingarúrslit av álvara.

Enn liggur ein stórur partur av tí tilfari, sum eg havi savnað –  fleiri túsund síðir –  óviðgjørt, so enn er nóg mikið at taka av. Tað er eisini so nógv annað enn tað, sum longu er savnað, sum eisini er vert at dokumentera og viðgera, so mær nýtist ikki at verða arbeiðsleysur við tað fyrsta.

Seinasta bók mín Bót og biti, sum er tann, sum er mær til heiðurs í dag, kom út á  70-ára føðingardegi mínum 30. apríl í ár.

Sjálvt um gransking og tað at skriva hevur verið ein partur av mínum arbeiði, sum í nógvum førum hevur borið gleðina í sær sjálvum, so fløvar tað almikið í dag at fáa handaða eina so mikla og prestisjufulla virðisløn, sum virðisløn M. A. Jacobsens fyri mítt virksemi.

Nú eri eg farin frá fyri aldur, men enn fungerar høvdið og virðislønin gevur mær stimbur til at halda áfram. So um Várharra unnir mær nøkur ár afturat, so ætli eg mær ikki at gevast á hondum.

Hjartaliga takk fyri virðislønina. Tað er mær ein heiður og ein stór gleði at taka ímóti henni og soleiðis fáa viðurkenning í landi mínum. Takk fyri, at tit hugsaðu um meg og tað, sum er komið frá míni hond. Takk fyri."

Vit í Fróðskapi fegnast um, at Jóan Pauli Joensen varð heiðraður fyri hetta verkið, sum Fróðskapur hevur givið út. Hjartaliga til lukku. 

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult