Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Endurraðfesting av almennum íløgum

Búskaparráðið hevur hugt neyvari at íløguætlanunum hjá almenna geiranum. Við verandi íløguætlanum er vandi fyri, at íløgurnar verða konjunkturviðgangandi og tí fara at vaksa um sveiggini í búskapargongdini. Ráðið mælir til at endurskoða íløguætlanirnar.
Endurraðfesting av almennum íløgum

Endurraðfesting av almennum íløgum

Búskaparráðið hevur eisini gjørt konsekvensútrokningar viðvíkjandi fígging kommununnar av eldrarøktini. Framrokningarnar benda á, at inntøkurnar ikki koma at standa mát við útreiðslurnar, um ikki framtíðar eldru árgangirnir gerast nógv heilsubetri sammett við núverandi eldru árgangir. --- Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni endurmett BTÚ-vøksturin í leypandi prísum fyri 2014, 2015 og 2016.

Fyri árið 2014 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 5,9% í ársins prísum. Hesin vøksturin stavar meira frá útlendskum enn innlendis eftirspurningi.

Fyri árið 2015 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 6,4% í ársins prísum. Hesin vøkstur stavar í størri mun frá innlendis enn útlendskum eftirspurningi.

Fyri árið 2016 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 2,8% í ársins prísum. Hesin vøkstur stavar væntandi bert frá innlendis eftirspurningi. Útlendski eftirspurningurin togar BTÚ-vøksturin niðureftir, tí innflutningurin veksur meira enn útflutningurin.

Handilsjavnin hevur fyri tíðina størri yvirskot enn nakrantíð, og er ein orsøkin betraða býtislutfallið í uttanlandshandlinum við øktum laksaprísum og minkandi oljuprísum, og eisini størri nøgdum av uppisjóvarfiski.

Gongdin seinastu árini hevur verið eyðkend av at ein vaksandi partur av búskaparvøkstrinum er fallin kapitalánarum í lut og ikki løntakarum, og væntandi heldur hesin tendensurin sær.

Demografi-treytaðu broytingarnar fram til 2050 sambært fólkatalsframskrivingum Hagstovunnar henda spakuliga ár fyri ár, og tí er vandi fyri, at vit ikki merkja álvaran í hesum broytingum fyrr enn ov seint er. Meðan vit nú eru 4,5 fólk í aldursbólkinum 16-66 ár fyri hvørt fólk í aldursbólkinum 67 ár og omanfyri, verða vit í 2050 2,1 fólk í aldursbólkinum 16-66 ár fyri hvørt fólk í aldursbólkinum 67 ár og omanfyri. Hetta ger tað neyðugt við nýskipanum.

Kunning um Búskaparráðið er at finna á hesum leinki

Búskaparfrágreiðingin kann takast niður her

Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til heystfrágreiðingina 2015, kann viðkomandi venda sær til Sverra Hansen, formann, á tlf. 22 81 32

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo