Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

1995 næmingar svarað spurningum um happing

Olga Biskopstø, cand. comm. á Granskingardeplinum, Katrin av Kák, cand. mag. og cand. ped. psyk. á Námsvísindadeildini og Martha Mýri, MA, Politics and International Relations á Granskingardeplinum, hava staðið fyri kanningum happing, sum Mentamálaráðið hevur umbiðið.
08.05.2015Skúlablaðið
Á myndini verður frágreiðingin um happing handað landsstýrismanninum.Á myndini verður frágreiðingin um happing handað landsstýrismanninum.

Happing í fólkaskúlanum - ein spurnakanning er gjørd millum allar næmingar í 5., 7. og 9. flokki í november 2014.Í alt ganga 2.125 í hesum árgangum, og 94 prosent hava svarað - ella 1995 næmingar. Teir næmingar, sum ikki hava svarað, vóru ikki í skúla tann dagin, kanningin varð gjørd.

Mentamálaráðið hevur umbiðið kanningina, og staðið fyri kanningini hava Olga Biskopstø, cand. comm. á Granskingardeplinum, Katrin av Kák, cand. mag. og cand. ped. psyk. á Námsvísindadeildini, umframt Martha Mýri, MA, Politics and International Relations á Granskingardeplinum.

Kvantitativi kanningarhátturin er brúktur, tí endamálið hevur verið at kanna, hvussu umfatandi happing er. Kanningin kann í ein mun verða samanborin við kanningina, sum var gjørd í 2007; tó eru nógvir spurningar og svarmøguleikar øðrvísi í teirri nýggju kanningini.

Tá ið kanningin fór fram, greiddu tær, ið hava staðið fyri kanningini, frá kanningini, vegleiddu og svaraðu spurningum frá næmingunum, áðrenn spurnablaðið var býtt út.

Í spurnablaðnum er lagt dent á 4 viðurskifti: 1. spurningarnir skulu orðast soleiðis, at teir megna at geva svar upp á ivamálini í málsetningurin reisti, 2. breiddin skuldin tryggja, at tað var gjørligt at seta svarini inn í ein ástøðiligan og fakligan kontekst, 3. spurningarnir skulu vera einfaldir bæði málsliga og innihaldsliga, so næmingarnir skiltu teir, og 4., næmingarnir skuldu hava møguleika at svara frá hjartanum, tvs kunna seta egin orð á upplivingar og støður. Áðrenn kanningin var gjørd, var hon royndarkoyrd millum næmingar í somu árgangum í Venjingarskúlanum í Havn. Umframt varð tosað við tey, ið stóðu aftan fyri bólkin í facebook, sum varpaði ljós á happing, og onnur heimildarfólk.

Stóra dátutilfarið er viðgjørt í skipanini NSD-Stat, ið stendur fyri norsk vísindaliga dátutænasta. Kanningin frá 2007 byggir á ástøðina og kanningarháttin hjá Dan Ulweus; henda nýggja kanningin er víðkað, so hon umframt at lýsa gerðir og atburð hjá einstaklinginum, ið er í samsvari við kanningarháttin hjá Ulweus, eisini hevur tað sosiala sjónarhornið við. Hetta tryggjar møguleikan at samanbera við nýggjari kanningar, har fokus í størri mun er á happing sum eitt sosialt fyribrigdi.

Lærarar eru eisini spurdir, og tann kanningin fór fram sum ein web-kanning. Tilsamans 154 lærarar vórðu spurdir, harav svaraðu 66 ella 43 prosent. Henda kanningin hevði til endamáls at finna út av, í hvønn mun átøkini, ið vóru sett í verk eftir kanningina í 2007, hava munað. Lærararnir vóru eisini spurdir, hvør eigur ábyrgdina av, at happing fer fram, og hvussu hon kann verða steðgað.

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo