Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Alstóran týdning, at Føroyar eru við

Nú Northern Periphery Programme fer inn í annað stuðulsjáttanarumfar, er umráðandi, at Føroyar og føroyskir granskarar eru við til at lofta hesum nýggja møguleika.
30.10.2013Olga Biskopstø
Alstóran týdning, at Føroyar eru við

Heitini NPP og NPA eru ikki serliga kend millum manna, men tey fevna um eina stuðulsskrá hjá ES, ið er nevnd Northern Periphery Programme, ið fíggjar fleiri føroyskar verkætlanir.

Orsøkin til, at tað hevur týdning fyri Føroyar at vera við í einari slíkari avtalu, eru fleiri. Fyri tað fyrsta so er talan um ein fíggjarligan fyrimun fyri Føroyar. Hetta tí at Føroyar, fyri at gjalda eina upphædd á 900.000,- , fáa atgongd til ein grunn hjá ES, við umleið 50 milliónum í.

Onnur orsøkin er, at Føroyar fáa atgongd til evropeisk netverk innan gransking og íverksetan, og harvið atgongd til spennandi og mennandi verkætlanir fyri føroyska samfelagið, ið bera ítøkilig og praktisk úrslit við sær.

Føroyar hava verið við í tiltakinum NPP 2007 – 2013. Nú verður sett á annað skeið, ið eitur NPA 2014 – 2020.

Samanlagt hava Føroyar luttikið í 10 verkætlanum í fyrra tíðarskeiði. Talan er um verkætlanir fyri út í móti 9 mill. kr.

Nú verður heitið á verkætlanini broytt til NPA, tí ynski er um at seta størri fokus á arktiska økið sum eitt komandi vakstrarøki. Føroyar eru partur av hesum øki, saman við Íslandi og Grønlandi, og tí hevur tað alstóran týdning fyri okkum, at vit eru við frá byrjan. Orsakað av m.a. veðurlagsbroytingum liggja stórar avbjóðingar fyri framman, men samstundis gevur hetta Føroyum nýggjar og spennandi møguleikar.  

Øll kunnu luttaka í NPP/NPA verkætlanum, men tað krevur eitt ávíst fíggjarligt fótafesti og eina umsiting, ið megnar at átaka sær tað sum krevst av pappírsarbeiði. ES verkætlanir kunnu tí vera ein avbjóðing fyri smáar stovnar og feløg, men tó ikki ógjørligt, um rætt verður atborið.

Sum lítið samfelag í Norðuratlantshavi, eiga vit at síggja møguleikarnar í hesum, og lofta gagnligum verkætlanum, ella sjálvi leggja upp til verkætlanir, ið gagna okkum. Tess fleiri tess betur. Men fyri at hetta skal lata seg gera, er umráðandi at Setrið og aðrir stovnar síggja møguleikarnar og stuðla undir at farið verður undir slíkar verkætlanir.

Tær flestu NPP verkætlaninar, ið hava verið í Føroyum, hava verið tongdar at stovnum sum Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, Havstovuni, Heilsu- og almannaverkinum, Kommunufelagnum o.l.

 

Dømir um verkætlanir eru: 

 

1. NOCRY – Northern Creative Youth

Verkætlanin skal stimbra kreativa íverksetan í útjaðaraøkjum.

Føroyskur luttakari: Samvit/Uttanríkisráðið

Játtan: EUR: 45.951

 

2. Economusées Northern Europe

Menna livandi søvn eftir kanadiskari fyrimynd. Í Føroyum er Mikkjalssmiðja á Trøllanesi bygd.

Føroyskir luttakarar: Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning og Útoyggjafelagið

Játtan: EUR: 129.414

 

3. OLE II – Our Life as Elderly II

Verkætlanin er ætlað til millum annað at implementera Eden Alternative á røktarheimum.

Føroyskur luttakari: Nærverkið

Játtan: EUR: 183.971

 

4. RRR – Retail in Rural Regions

Bøta um møguleikarnar fyri at gerandisvørur og tænastur eisini vera veittar í útjaðaraøkjum.

Føroyskur luttakari: Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Játtan: EUR: 85.229

 

5. WATER – Warning of Algal Toxin Events

Skal menna skjótar hættir at staðfesta um skeljadýr eru eitrað og tí ikki kunnu seljast. Sum nú er tekur hetta upp til 2 vikur. Við nýggja háttinum kann tað taka minni enn 24 tímar.

Føroyskur luttakari: Havstovan

Játtan: EUR: 172.272

 

6. Thing

Menna gomlu tingstaðirnar í Norðurhøvum sum ferðavinnumál. Í Føroyum er tað serliga Tinganes.

Føroyskur luttakari: Kunningarsstovan í Tórshavn

Játtan: EUR: 63.200

 

7. Smallest

Menna møguleikan so at lítil oyggjasamfeløg kunnu brúka varandi orkumøguleikar.

Føroyskir luttakarar: Fuglafjarðar Kommuna og Orkudepilin á Kambsdali

Játtan: EUR: 131.130

 

8. RYE3 – Rural Youth Entrepreneurship

Við støði í norðurírsku skipanini Young Entrepreneurs Programme (YEP) skulu íverksetaramøguleikar hjá ungum í útjaðaraøkjum mennast.

Føroyskur luttakari: Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Játtan: EUR: 61.375

 

9. Craft International

Við støði í Economuseumsverkætlanini er ætlanin at stimbra søvnini enn meiri og geva teimum møguleikan at selja á altjóða marknaðinum eftir sama leisti, sum kanadisku søvnini gera.

Føroyskur luttakari: Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning og Útoyggjafelagið

Játtan: EUR: 104.627

 

10. RemoDem – Support of people with dementia in remota areas

Við hjálp av framkomnari samskiftistøkni og aðrari tøkni, sonevndari vælferðartøkni, skulu møguleikarnir hjá dementum at vera búgvandi í egnum heimi betrast.

Føroyskur lutakari: Nærverkið

Játtan: EUR: 119.389

Tilsamans er játtað til 10 verkætlanir. EUR: 1.100.224 sum svarar til  DKK 8.713.142.30.

 

Umframt tað eru 6.666 evrur játtaðar til fyrireiking av trimum verkætlanum og 60.751 evrur til Regional Contact Point funktiónina í Føroyum, sum NORA umsitur eftir áheitan frá landsstýrinum.

Tað vil siga, at Føroyar hava fingið játtað tilsamans 1.167.561 evrur. Føroyska gjaldið til NPP er í tíðarskeiðinum 2007-2013 tilsamans 889.848 evrur. T.v.s. eitt yvirskot uppá góðar 2 milliónir krónur.

Kelda: Norrønt Atlantssamstarv, RCP fyri Føroyar í Northern Periphery Programme

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo