Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Særimner & Eldrimner – matur og mentan

Í døgunum 8.-11. oktober var stórt tiltak í Svøríki, nevnt Særimner. Granskingardepilin luttekur sum liður í verkætlanini Craft International, ið skal menna siðbundið handverk til ferðavinnuna.
29.10.2013Olga Biskopstø
Særimner & Eldrimner – matur og mentan
Særimner & Eldrimner – matur og mentan

Eitt av granskingarøkjunum hjá Granskingardeplinum er matur og tilfeingi. Eitt evni, sum er sera viðkomandi fyri Føroyar og okkara framtíð.

Í verkætlanini Craft International snýr tað seg um at menna siðbundið handverk til ferðavinnu. Í Føroyum hava vit í fyrsta umfari valt evnini jarnsmíð, ull, tónleik og bátasmíð. Men í okkara grannalondum leggja tey eisini dent á framleiðslu av mati sum siðbundið handverk. Eitt nú ostur, klippfiskur, olja, laksur, øl og súltutoy, ið eru vorðin Economusée.

At matgerð er eitt handverk, ivast eingin í, men í Føroyum verður tað tó ikki í nóg stóran mun sæð sum eitt serstakt og týdningarmikið tilfeingi. Jóan Pauli Joensen Dr. Phil, Fil. Dr. hevur leingi granskað í føroyskum mati og matmentan, og savnað ein hóp av tilfari. Hetta er sera týdningarmikið, og kann gerast grundarlag undir menningini av mathandverki til ídnað, sum vónandi kemur at mennast munandi tey komandi árini, serliga við atliti til ferðavinnuna.   

Hvussu bera vit okkum at við at fáa okkara siðbundnu matarvanar at gerast inntøkugevandi vinnuvirksemi? Tað er m.a. hetta, vit royna at fáa greiðu á í verkætlanini: Craft International og verkætlanini: Luttøka og íverksetan, ið Granskingardepilin arbeiðir við. Ein part av svarinum upp á hetta kunnu vit fáa á stórum Særimner tiltaki í Østersund í Svøríki í næstu viku.

Í Svøríki er hugtakið ”Eldrimner & Særimner” við at gerast kent. Hetta byrjaði sum eitt tiltak at stuðla bóndum og einstaklingum, ið vilja brúka plantur, urtir o.a. til ídnað. Í dag eru fleiri enn 1000 framleiðarar í Svøríki knýttir at Eldrimner, so tiltakið bleiv ein sólskinssøga.

Í døgunum 8. til 11. oktober var árliga tiltakið ”Særimner” víðkað til at fevna um mathandverkið í øllum Norðurlondum. Tað er Ny Nordisk Mad (www.nynordiskmad.org), ið stendur aftanfyri.

Úr Føroyum luttekur Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning og Útoyggjafelagið. Leikluturin hjá Granskingardeplinum er at finna háttir at menna mathandverkið í Føroyum, í samband við tær aktuellu verkætlanirnar hjá Deplinum. Leikluturin hjá Útoyggjafelagnum er at síggja, hvussu arbeitt verður við samskipan og menning av lokalari rávøru til ídnað. Olga Biskopstø umboðar Granskingardepilin og  Craft International verkætlanina, og Johanna Maria Isaksen umboðar Útoyggjafelagið og Nordic Delight verkætlanina.

Eitt gott avkast av einum slíkum tiltaki kundi verið, at vit her í Føroyum fáa ment eitt forum, ið tekur hond um júst evnið: matur og matmentan, ið kann virka eins og Eldrimner, sum ein samanrenning millum gransking, vinnu og lokalar framleiðarar.

Atknýtt links

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult