Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Dialektverkætlan 2015

 Broytingar av føroyskum málførum gjøgnum trý ættarlið. Hvussu, hvussu skjótt og hví?

Ábyrgd (Fróðskaparsetur Føroya): Jógvan í Lon Jacobsen, prof., dr. philos.; Hjalmar P. Petersen, lektari, dr. phil.
(Universitetið í Bergen):  Helge Sandøy prof.;  Edit Bugge,  førsteamanuensis, ph.d.

Endamálið við verkætlanini

Endamálið við verkætlanini er at kanna og fáa innlit í, hvussu nútíðarmálførini í Føroyum eru, og hvussu tey broyta seg. Viðvíkjandi broyting verður spurt, um aldur, kyn, stað og broytt netverk spælir inn, og/ella um broytingarnar eru innanmálsligar. Hugt verður at serdrøgum við málførunum, men eisini at athalli teirra millum. Tað seinna merkir, at kannað verður, um ávís málføriseyðkenni hvørva, og um so er, hví tey gera tað, t.e., um vit ganga móti einum miðføroyskum máli, har prestisja og autoritetur ella eitthvørt annað møguliga ávirkar.

Um verkætlanina

Mentanarflutningur millum ættarlið - Føroysk kvæðamentan í nútímans føroyska samfelagnum

Ph.d.-verkætlan: Tóta Árnadóttir

Verkætlanin kannar, hvussu ið kvæða- og dansimentan verður borin unga ættarliðinum í dagsins samfelag; spurt verður í hesum sambandi: hvat verður miðlað? hvør miðlar, hvussu verður tað miðlað og, síðst men ikki minst, hví verður tað miðlað, hvat er tað, sum elvir ávikavist sendarum og móttakarum til?

Føroyar fingu í 2009 atlimaskap í UNESCO, og í  2015 heitti føroyska UNESCO-nevndin á myndugleikarnar um at staðfesta sáttamálan um varðveitslu av óítøkiligum mentanararvi, m.a. við tí í hyggju at varðveita føroyska kvæðamentan. Hetta ber boð um høga virðismeting av kvæðunum og dansinum. Í verkætlanini verður virðismetingin lýst og greinað, og hugsanin um og hugburðurin hjá føroyingum til kvæða- og dansimentanina somuleiðis lýstur og greinaður. Hvønn leiklut hava kvæðini og dansurin í hugaheimi føroyinga í dag, og hvussu fer mentanarflutningurin og –handanin fram í verki?
Verkætlanin byrjaði í januar 2016.

Heima er ikki til - ferðafrásagnir K. O. Viderøs

Ph.d.-verkætlan: Bergur D. Hansen
Byrjað 01. august 2011
Liðug 25. apríl 2015

Við støði í teirri hevd, sum evropeiskar ferðafrásagnir byggja á, verða ferðafrásagnir K.O. Viderøs bókmentasøguliga bólkaðar og greinaðar.

Uppi í hesum er m.a. ein viðgerð og áseting av tekstslagi. Spurningurin um tekstslag snýr tó ikki einans um bólking, men um týdningin tekstslagið hevur fyri okkara hugsan um skaldskap og um eg’ið/frásagnarfólkið í skaldskapi.

Um verkætlanina

FOL Faroese Online - Bjargni

Hjalmar P. Petersen

Faroese Online (FOL) er ein verkætlan, sum snýr seg um at gera undirvísingartilfar í føroyskum til útlendingar. Talan er um skeið, sum er atgongt á netinum. Skipanin byggir beinleiðis á skipanina Icelandic Online (IOL), sum er eitt opið, ókeypis málskeið í íslendskum á netinum í 6 pørtum. Skeiðið er ment av málvísindafólki á Háskóla Íslands, so góðskan er í lagi á hesum rúgvismikla tilfarinum, sum tey lata okkum fáa til grundarlag undir okkara skeiði. Partarnir 1-5 vóru gjørdir til byrjanarundirvísing á universitetsstigi, men hevur roynst væl hjá fólki við øðrum fortreytum eisini. Nýggjasti parturin, “partur null”, eitur so Bjargir. Hesin parturin er gjørdur til nýtilflutt fólk, sum einki íslendskt duga frammanundan. Partarnir 1-5 vórðu lagdir á netið í 2004-2013. Parturin Bjargir, ið nú er týddur og lagaður til føroyskt, kom á netið í 2010. Skipanin er nú uppstigað til hendan partin, so eisini ber til at brúka smartfon og teldil.

Arbeiðið at laga íslendsku skipanina Icelandic Online til føroysk viðurskifti byrjaði so smátt á heysti 2014. Avgjørt var at byrja við partinum fyri byrjarar, sum á íslendskum kallast Bjargir. Hetta skeiðið er serliga ment til tilflytarar, sum búgva og arbeiða í Íslandi/Føroyum. Tí er tað, ið verður lært, orð og orðingar úr gerandisdegnum, sum nýtilflutt kunnu væntast at hava brúk fyri. Tilfarið er býtt sundur í seks kapitlar við á leið 260 venjingum.

Venjingarnar vóru umsettar til føroyskt á vári 2015 og byrjað var upp á arbeiðið við ljóð- og myndaupptøkum í juli 2015. Eftir ætlan skuldi hesin parturin, Bjargni, vera liðugur í 2017, men ferð varð sett á arbeiðið, so tað var liðugt 13. september 2016. Ætlanin er at halda fram við pørtunum eitt til fimm.

Faroese Online er ein samstarvsverkætlan millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskúla Íslands. Verkætlanin hevur fingið stuðul til fundarvirksemi frá Nordplus Vaksin.

Verkætlanarleiðari í Føroyum er Hjalmar P. Petersen, dr.phil. og lektari á Føroyamálsdeildini. Hini í leiðslubólkinum eru: Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, John Mikkelsen, forritari og BA í føroyskum, Birna Arnbjörnsdóttir professari, Kolbrún Friðriksdóttir, adjunktur, Patrick Thomas og Úlfar Bragason professari við Háskóla Íslands og Helga Hilmisdóttir lektari á universitetinum í Helsingfors.

Lærubók í málfrøði

Á Føroyamálsdeildini hava tey leingi brúkt eina norska innleiðslubók til málfrøði. Henda bókin gevur næmingunum eitt yvirlit yvir tey grundleggjandi heitini, sum eru neyðug hjá teimum lesandi, sum skulu taka BA. Bókin viðger ymisk evni, serliga samskifti og málbygnað.

Eivind Weyhe lektari á Føroyamálsdeildini hevur fyri nú skjótt fleiri árum síðani gjørt tilfar, sum hevur verið brúkt á Føroyamálsdeildini. Talan er um morfologi, málbroytni og orðastovnin. Hetta tilfarið er nú, saman við tilfari frá Zakarisi S. Hansen mag. art., Jógvani í Lon Jacobsen dr. philos., Kristin Magnussen mag. art. og Hjalmar P. Petersen dr. phil. sett saman í eitt handrit. Ætlanin er, at tað skal koma út í bók um nøkur ár, men fyrst verður tað royndarkoyrt sum undirvísingartilfar á FMD, og í jan./feb. 2012 eisini á Føroya Læraraskúla.

K8: Frábrigdi í fleirmæli í Føroyum

Hjalmar P. Petersen

(Varianz in der Mehrsprachigkeit auf den Färöern) Fór fram á universitetinum í Hamborg 2005-2011.

Hjalmar P.Petersen arbeiddi sum vísindaligur medarbeiðari; við ábyrgd av korpusinum, data, innsavning av data, uppbygging av databasuni umframt  ábyrgd av granskingarhjálparum. Databasan er liðug, og inniheldur talumalsdata frá trimum ættarliðum (ung, mið-, og gomul) frá ymiskum málførisøkjum í Føroyum.

Hjalmar um verkætlanina.

Føroysk gøtunøvn

-Ph.d.-verkætlan: Kristin M. Magnussen

Hvussu eru tey føroysku gøtunøvnini í mun til onnur føroysk staðarnøvn? Hvat ger, at støð fáa nøvn, og at tey fáa júst tey nøvnini, ið tey hava? Verkætlanin miðar eftir at svara hesum og øðrum spurningum við at nýta tað nýggja gøtunavnatilfarið, ið er komið burtur úr adressuarbeiðinum hjá føroysku kommunum síðan 2002. Hesi nýggju gøtunøvnini í stórum sum smáum kommunum verða samanborin við gøtunøvnini í Havn og Klaksvík og eisini við tey óoffisiellu gøtunøvnini, ið vóru í bygdunum frammanundan. Við støði í spurnakanningum og samrøðum verða tær hugsanir og metingar lýstar, ið liggja til grund fyri einum gøtunavni, og hvussu brúkarin hevur tikið ímóti nýggju gøtunøvnunum.

Barnabókmentir

Turið Sigurðardóttir

Barnabókmentir hava síðan 1970-árini verið ein týdningarmikil partur av undirvísing og gransking av bókmentum á lærdum háskúlum í Vesturheiminum, og í dag verða hildnar ikki bara norðurlendskar men altjóðaráðstevnur um barnabókmentir millum granskarar í øllum heimspørtum.  Á Fróðskaparsetri Føroya hava verið hildin skeið í barnabókmentum, har ávis tíðarskeið í føroyskari barnabókmentasøgu hava verið kannað eins og ávísar útgávur og høvundar. 

Orðabókaarbeiði

Á Føroyamálsdeildini hevur verið arbeitt eina tíð við at endurskoða Føroyska orðabók  (Móðurmálsorðabókina), sum kom út í 1998. Tað merkir, at feilir verða rættaðir og nýggj orð løgd afturat. Tað arbeiðið er nú um at vera liðugt, og síðan verður orðabókin løgd á netið í fyrstu atløgu, áðrenn hon verður uppafturprentað.

Jógvan í Lon um dagføring av móðurmálsorðabókini.

Máltøka hjá føroyskum børnum

Sissal M. Rasmussen

Áhugin fyri fyrstu málmenningini hjá børnum er vaksin nógv tey seinnu árini, og tað kemst serliga av, at tað vísir seg, at granskarar kunnu vísa á samband millum málmenningin, t.d. orðanøgd og málfatan, og hvussu væl børnini seinni duga at lesa. 

Ein partur av verkætlanini er at menna eina føroyska útgávu av teimum sonevndu CDI-foreldrafrágreiðingunum (MacArthur-Bates Communicative Development Inventories). Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið. CDI verður brúkt í fleiri enn 60 londum. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.

Føroysk bókmentasøga

Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir

Verkætlanin er mannað og stýrd av Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur, bókmentafrøðingum á Føroyamálsdeildini. Umframt tær báðar taka aðrir granskarar á og uttan fyri deildina lut í verkætlanini og skriva um ávís vald evni; t.d. hevur Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, skrivað um lærdóms- og upplýsingarmentanina í 17. og 18. øld. 

Ætlanin við hesi bókmentasøguni er, at hon skal byggja á gransking og skoða bókmentamenningina í heild, listfrøðiliga og søguliga.

Um verkætlanina.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo