Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Bachelorútbúgving - BA í føroyskum máli og bókmentum

Bachelorútbúgvingin tekur 3 ár. Hon gevur rætt til heitið baccalaureus artium, stytt BA. Byrjað verður við støðisnámi, sum er 1 1/2 árs nám, ið skal geva studentunum grundkunnleika í føroyskum máli og bókmentum umframt vísindaástøði og samskifti. Staðið støðisnám er treyt fyri at fara undir valfría partin av lestrinum, sum eisini er 1 1/2 ár. Tá velja studentarnir millum lestrarevni, sum geva hinum einstaka møguleika at laga námið eftir áhugamálum og framtíðarætlanum sínum.

Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-nám.

Útbúgvingin gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið er neyðugur, t.d. innan fjølmiðlar, fyrisiting og granskingarstovnar.

Broytingar í upptøkukrøvum

MA: Galdandi frá 2013: "Treyt fyri upptøku er BA-prógv við góðum úrsliti."

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult