Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Bachelor í búskaparfrøði

Endamálið

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur ella fara undir víðari lestur uttanlands.

  • Lestrartíðin er 3 ár  og telur 180 ECTS.
  • 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina
  • tbúgvingin er staðsett á Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, Tórshavn

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3 ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.

Bygnaður

1. árshálva Aðaltættir í mikro Aðaltættir í makro Virkislýsing (við finansiering) Støddfrøði 1
2. árshálva Mikro 1 Altjóða marknaðarføring Roknskaparfrøði Støddfrøði 2
3. árshálva Mikro 2 Makro 1: Búskaparvøkstur Fyrisiting og leiðsla Hagfrøði
4. árshálva Búskaparsøga Makro 2: Konjuktursveiggj Corporate Finance Økonometri 1
5. árshálva Vallærugrein Vallærugrein Vallærugrein Vallærugrein
6. árshálva Vallærugrein Vallærugrein Bacheloruppgáva
Samfelagsbúskaparligar vallærugreinar: Altjóða handil Tilfeingisbúskaparfrøði Økonometri 2 Umhvørvisbúskaparfrøði
Virkisbúskaparligar vallærugreinar: Vinnulívsrættur Innovatión Strategi Organisational Behaviour

Innihald

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í samfelagsbúskaparfrøði, virkisbúskaparfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði. Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:

  • Organisatión og leiðslu
  • Altjóða handil
  • Fíggjarmarknaðir
  • Konjunktursveiggj


Á triðja ári fært tú við valfakum og bacheloruppgávu møguleika at leggja serstakan dent á antin samfelagsbúskaparlig evni, sum til dømis búskaparvøkstur og tilfeingisvinnur , ella virkisbúskaparlig evni, sum til dømis marknaðarføring og starvsfólkaleiðslu.

Upptøkutreytir

  • Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi


Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving

  • Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaður starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

  • Sum Bachelor of Science in Economics and Management ert tú væl ílatin til víðari lestur á masterstigi uttanlands.

Nærri kunning

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult