Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Bygnaður og innihald

Skipan og innihald

Í masterlæru verða bjóðaði út hesi fakøkini: søga, politikkur og umsiting, sosialvísindi og planlegging. Nærri lýsingar av útbúgvinginum finnast í Námsætlan og Vegleiðing til masterlæru.

Útbúgvingin varar í 2 ár, og semestrini síggja soleiðis út: Á fyrsta semestri verður dentur lagdur á teori og metodu innan fakøkini. Ein týdningarmikil partur av hesum semestrinum er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tú m.a. saman við øðrum lesandi og vísindastarvsfólkum, kemur at arbeiða við ávísari granskingarverkætlan.

Annað semestur er uppihald á útlendskum universiteti, har tú tekur útvald fak innan títt serøki.

Á triðja semestri fert tú i praksislæru. Hetta merkir, at tú grundað á avtalu millum teg og ein stovn ella virki, granskar eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum tú eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Ein minni partur av semestrinum er hartil ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.
Fjórða semestur er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við atknýttari vegleiðing.

Skeiðslýsingar

Starvsmøguleikar og framhaldsútbúgving

Við eini útbúgving innan master-læru konseptið hevur tú eina sterka fakliga útbúgving, grundað í vitan og royndum frá bæði altjóða viðurskiftum og beinleiðis úr føroyska samfelagnum. Hetta gevur høgar førleikar at starvast við leiðandi og analytiskum uppgávum innan almenna umsiting, ein væl privat og almannagagnligt virki.

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo