Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum

Á heysti 2015 fór Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetur Føroya undir at bjóða út fulltíðar masterlestur innan søgu, politikk og umsiting, og sosialvísindi og samfelagsplanlegging.
Upp til 30 lesandi kunnu takast inn til lestrarbyrjan miðjan august 2016.
Freistin at søkja um upptøku er 1. juli 2016. Umsóknarblað og leiðbeining fæst her. Svar verður sent umsøkjarum í seinasta lagi 20. juli 2016.

Vit fara at útbúgva søgu- og samfelagsfrøðingar eftir einum leisti mentur á Søgu- og Samfelagsdeildini, nevndur masterlæra. Hvat masterlæra er, kanst tú lesa nærri um í hesum teksti og vita, um hetta vildi verið nakað fyri teg. Tú sært eisini ein stuttan samandrátt, ein profil, av masterlæruni við at fylgja hesi leinkju.

Endamálið við útbúgvingini

Masterlæra er ment við tí fyri eyga, at tann lesandi innan eitt fakøki skal kunna ogna sær førleikar á einum høgum altjóða støði, men samstundis verður tikið atlit fyri, at hvør lesandi kann ogna sær ein sjálvstøðugan fakligan profil. Stórur dentur verður lagdur á sjálvstøðugt arbeiðslag og evnini at seta seg inn í kompleks viðurskifti, hetta serliga gjøgnum problemgrundað projektarbeiði. At arbeiða við støði í at menna slíkar eginleikar halda vit hevur stóran týdning fyri ein lítlan arbeiðsmarknað sum tann føroyska.

Eftir lokna samfelagsvísindaliga masterlæruútbúgving megnar tú:

  • Vitan um týdningarmestu viðurskiftini innan títt fakøki, grundað á nýggjastu altjóða fakligu vitanina.
  • Førleikar í at problematisera, analysera og framleiða relevanta vitan innan títt fakøki og tema.
  • At arbeiða problemorienterað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum stigi.
  • Sjálvstøðugar uppgávur og leiðslu á hægsta stigi, men eins væl at verða partur av einum arbeiðsbólki.
  • At taka á teg formidling av gransking og granskingargrundaðari vitan, at kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar eins væl og ikki-serfrøðingar.
  • At taka á teg analytiskar arbeiðsuppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, herundir at seta fram væl grundaðar loysnir uppá praktiskar avbjóðingar.

Starvsmøguleikar og framhaldsútbúgving

Við eini útbúgving innan master-læru konseptið hevur tú eina sterka fakliga útbúgving, grundað í vitan og royndum frá bæði altjóða viðurskiftum og beinleiðis úr føroyska samfelagnum. Hetta gevur høgar førleikar at starvast við leiðandi og analytiskum uppgávum innan almenna umsiting, ein væl privat og almannagagnligt virki.

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult