Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Felags masterútbúgving í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu

Saman við universitetunum Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólan á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs tók Fróðskaparsetur Føroya á heysti í 2015 fyri fyrstu ferð lesandi inn til nýggja, altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Masterútbúgvingin gevur lesandi framúr møguleikar at ávirka menningina í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og vestur Noregi og gevur lesandi góðar møguleikar at flyta seg millum ymisku økini í útnorði.

Masterútbúgvingin í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management gevur ítøkiliga vitan um arktiska økið umframt førleikar at leiða og viðgera samtíðar spurningar og samtíðar kjakevni í søguligum høpi, t.d. samfelagsligar broytingar, verðurlagsbroytingar og spurningar um burðardygd. Tann lesandi verður meira vitandi og lærdur um teir trupulleikar, sum vit eru felags um í útnorði. Endamálið er at útbúgva kandidatar, sum skilja og eru førir fyri at greiða tær fløktu avbjóðingar, sum útjaðarin í útnorði hevur sum partur av arktiska økinum. Við samanberandi útsýni gevur útbúgvingin teimum lesandi innlit í tær avbjóðingar, sum arktiska økið stendur fyri í dag. Hesar avbjóðingar fevna m.a. um tær samfelagsligu avleiðingar, sum veðurlagsbroytingarnar hava fyri fólkafátæk øki og mikrobúskapir, um fjarleika, avmarkaðar starvsmøguleikar, samfelagsligar og útbúgvingarligar javnstøðuspurningar, hóttanir ímóti upprunamentanum og samfelagsligum støðufesti í broytingartíðum, stríðsspurningar um samleika og mentanararv, um leitanina eftir náttúrutilfeingi og um góðan fyrisitingarsið og sjálvstýri.

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult