Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring

NVL, ið er ein netverksskipan fyri vaksnamannalæring undir Norðurlendska Ráðharraráðnum (NMR), kann lýsast sum eitt millumlið ímillum ‘policy’ og praksis. Netverkið er sett saman av einum høvuðssamskipara, ið hevur starvsstað á Vox í Oslo, einum webredaktøri, einum samskipara í hvørjum norðurlandi og einum kontaktpersóni fyri hvørt av teimum sjálstýrandi økjunum. Fróðskaparsetur Føroya er vertsstovnur NVLs í Føroyum, og Elisabeth Holm – starvsfólk á Setursskrivstovuni - er umboð Føroya í hesum netverki og røkir uppgávur hesum viðvíkjandi.

NVL arbeiðir við spurningum um vaksnamannalæring við støði í strategiætlan um útbúgving og gransking hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Tak niður startegiætlan HER. Tey høvuðsevni, ið NVL skal raðfesta, eru: 1) fleksibilitetur í útbúgvingum (fevnir m.a. um fjarlestur og literasitet), 2) arbeiðspláss sum læringspallar, 3) førleikameting (validering; RPL=“Recognition of prior learning”), 4) vegleiðing, og 5) menning av útbúgving og undirvísing, har dentur verður lagdur á kreativitet og innovatión.

NVL hevur stovnsett fleiri tematisk netverk, granskingar- og arbeiðsbólkar. Føroyar hava umboð í fimm av hesum bólkum. Hesi eru Distansnetverk NVLs (arbeiðir við fjarlestri), Norðurlendska vegleiðaranetverkið, Valideringsnetverkið, Alfaráðið (literasitetur og integratiónsspurningar) og ‘Monitoring og indikatorer’ (hagtøl). Umframt fyriskipan av ráðstevnum, fundum og øðrum tiltøkum, er kunningarvirksemi ein kjarnuuppgáva. Høvuðsmiðlar til hetta endamál er heimasíðan www.nordvux.net, tíðindabræv NVLs og tíðarritið DialogWeb.


 

Nærri kunning um virkisøki NLVs, netverk, norðurlendskar ráðstevnur, arbeiðsbólkar, gransking, útgávur,  o.a. er at finna á: www.nordvux.net

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult