Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Hjánám

Hjánámið er sett saman av 60 ECTS úr fyrra parti av BA-náminum og 30 ECTS av lestrarevnum á MA-stigi, um høvuðsgreinin er hugvísindalig. Um høvuðsgreinin ikki er hugvísindalig, má studenturin harumframt taka Vísindaástøði (10 ECTS).

60/70 ECTS á fyrra parti av BA-náminum
Hugvísindalig høvuðsgrein Ikki hugvísindalig høvuðsgrein
Norrønt (10 ECTS) Norrønt (10 ECTS)
Bókmentagreining (10 ECTS) Bókmentagreining (10 ECTS)
Bókmentasøga I (10 ECTS) Bókmentasøga I (10 ECTS)
Bókmentasøga II (10 ECTS) Bókmentasøga II (10 ECTS)
Ljóð- og formlæra (10 ECTS) Ljóð- og formlæra (10 ECTS)
Málsøga (8 ECTS) Málsøga (8 ECTS)
Eitt norðurlandamál (2 ECTS) Eitt norðurlandamál (2 ECTS)
Vísindaástøði (10 ECTS)

Til ber eftir avtalu at fáa øðrvísi samanseting av hjánámi, um námið er partur av útbúgving á øðrum universiteti, sum krevur hetta.

Føroyamálsdeildin velur, hvørjum norðurlandamálum undirvíst verður í frá ferð til ferð.

Upptøkukrav

Til at verða upptikin á BA og hjánám í føroyskum krevst bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum. Harumframt krevst B í enskum.

Umsøkjarar, ið søkja á øðrum grundarlagi, mugu prógva, at teir lúka samsvarandi krøv. Tað er ein fyrimunur at hava eitt annað fremmandamál annaðhvørt sum byrjanarmál á A-stigi ella sum framhaldsmál á B-stigi, umframt søgu á B-stigi.

Soleiðis søkir tú

Søkt verður á umsóknarblaðnum til kvotu 1, har tú í raðfestingarlistanum skrivar "føroyskt - hjánám".

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult