Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Setrið skal verða eitt lokomotiv, sum førir Føroyar fram á leið í 21. øld.
Vitan saman við viljanum at fremja í verki, gevur vón fyri okkum sum einstaklingar og samfelag
Nýskapandi gransking og vælútbúgvin arbeiðsmegi av Setrinum slóðar fyri vinnuligum vøkstri
Ein íløga í Setrið er ein íløga í framtíð landsins
Setrið skal borga fyri dygd í undirvísing og gransking, umframt eitt gott lestrar- og arbeiðsumhvørvi

Strategiarbeiðið

Tað er í løtuni nógv fokus á leiklutinum, Setrið eigur at hava í samfelagsmenningini. Politiska skipanin sóknast rætta leikluti okkara og hetta sæst aftur í arbeiðsbólkum settir av politisku skipanini, hvørs endamál er at koma við tilmælum um, hvussu verandi gongd við fólkafráflyting kann vendast. Her hevur Setrið ein týðandi leiklut.

Setrið er tí farið undir at gera eina langtíðarætlan, sum skal gerast ítøkilig við málum fyri styttri áramál og fyri einstøku deildirnar.


Kunning

Tiltøk

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo