Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og lærarar skúlaárið 2016-2017

Skúlaárið 2016 – 2017 verða linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar.  Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar frá skúlársbyrjan í august fram til páskir.

Linjugreinarnar, sum telja 45 ects, eru vanliga býttar upp í fýra partar (modul), og møguleiki er at taka heilar ella partar av teimum linjugreinum, sum verða bjóðaðar fram sum eftirútbúgving.  Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann tó verða avmarkað vegna plásstrot. Kostnaðurin fyri hetta slag av eftirútbúgving er kr. 200 pr. ects.

Skúlaárið 2016-2017 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri lærarar:

  • Enskt
  • Handarbeiði
  • Tónleikur


Fyri námsfrøðingar:

  • Smábarnapedagogikk


Fyri lærarar og námsfrøðingar:

  • Skúlabúgving/innskúling
Samband
Námsvísindadeildin
Frælsið 20
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 359400
Faks: +298 352501
nad(at)setur.fo
CMS::TypoConsult