Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Handritasavn

Í eldvardu goymsluni eigur Føroyamálsdeildin nakað av handritum, sum fólk hava latið deildini, summi til ognar, onnur í varðveitslu.

Nevnast kunnu eitt nú handrit og skjøl eftir ávísar persónar, t.d. J. Chr. Poulsen, Chr. Matras og Eyðun Winther, kvæðahandrit, staðanavnauppskriftir osfr.

Deildin eigur eisini ljóstikin eintøk av handritum, sum eru í øðrum almennum søvnum ella í privatari ogn. Á deildini verður arbeitt við at finna hóskandi skipan til handritasavnið.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo