Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Fyrisitingarstjóri

Starvið sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Fróðskaparsetrið er í stórari menning og tørvurin á eini væl skipaðari fyrisitingar- og starvsfólkaeind er alsamt vaksandi. Fyrisitingarstjórin er partur av ovastu leiðslu Fróðskaparsetursins og hevur tilvísing til rektaran.

Um tú ert væl skipað/ur, hevur evni og hegni at ganga undan og tær dámar at bróta upp úr nýggjum og seta í verk, so frætta vit fegin frá tær.

Ábyrgd
Fyrisitingarstjórin skal tryggja, at dygdin í fyrisitingini er holl og munagóð í øllum liðum. Ein høvuðsuppgáva er tí at skipa fyri, at reglur og mannagongdir á Fróðskaparsetrinum eru greiðar og málrættaðar, soleiðis at tær stuðla granskingar- og undirvísingarvirkseminum.

Fyrisitingarstjórin hevur eisini ábyrgd av, at starvsfólkaviðurskifti eru væl skipað. Fróðskaparsetrið strembar eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkamenning og trivnaður hava hægstu raðfesting.

Sum partur av leiðsluni skal fyrisitingarstjórin virka fyri, at Fróðskaparsetrið verður ein samanhangandi og væl rikin organisatión, sum gevur starvsfólkum tíðarhóskandi umstøður og tryggjar góða nýtslu av tilfeinginum.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving á master/kandidatstigi, góðar leiðsluførleikar og góð evni at arbeiða  skipað og sjálvstøðugt. Tú ert málsøkin og hevur tev fyri týdninginum av samskifti. Umframt hollan førleika í føroyskum er neyðugt at duga væl at málbera seg í skrift og talu á enskum og skandinaviskum.

Setanargongd

Talan er um fast starv, har fyrstu 6 mánaðirnir eru royndartíð. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Fullfíggjað umsókn skal sendast í teldubrævi til sigurdj[at]setur.fo í seinasta lagi 30. mars 2017.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, rektara, á telefon 292503 ella í teldubrævi á sigurdj[at]setur.fo



Samband
Sigurð í Jákupsstovu
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult