Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15

Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður bjóðað til almenna móttøku í høllini á Námsvísindadeildini fríggjadagin 3. mars kl. 15.
Turið SigurðardóttirTurið Sigurðardóttir

Turið Sigurðardóttir hevur í mong ár starvast á Føroyamálsdeildini og í fleiri umførum verið deildarleiðari.

Hon hevur saman við øðrum ment útbúgvingina í føroyskum máli og bókmentum, hevur skipað fyri altjóða skeiðum, granskað, skrivað bøkur og mongd av bæði vísindaligum og fólksligum greinum. Harumframt hevur hon týtt bøkur til føroyskt, havt sæti í nevndum og luttikið í almennum kjaki, og hon er enn sera sjónlig bæði sum viðmerkjari í sosialu miðlunum og sum ummælari og bókaútgevari á forlagnum Ungu Føroyum. Í 2015 gav hon út bókina Føroyskar barnabókmentir, og seinnu árini hava hon og Malan Marnersdóttir arbeitt við stóru verkætlanini Føroysk Bókmentasøga. Fyrsta bind kom út í 2011.

Tey flestu av teimum, sum í dag undirvísa ella granska í føroyskum bókmentum, hava havt okkurt slag av sambandi við Turið, og tað sama hava mong av teimum, sum arbeiða við føroyskum og norðurlendskum bókmentum í øðrum londum.

 

Skrá fyri móttøkuna

Dekanurin á Føroyamálsdeildini bjóðar vælkomin
Rektarin heldur røðu
Tvær stuttar (10-15 min.) bókmentaligar framløgur

  •       Malan Marnersdóttir, professari: “Soknu londini hjá WH og JHO”
  •       Bergur Djurhuus Hansen, lektari : “Bókmentasøgur – millum fagurfrøði og politikk”

 
Jóanes Nielsen lesur upp yrkingar

Útbúgvingarleiðarin á Føroyamálsdeildini handar gávu

Skrá endar

 

  • Móttøka – ábit, prát og heilsanir



Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult