Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2017

Á almennari samkomu á Reinsarínum hóskvøldið 9. februar kl. 19 verður gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum latið. Tað er Tórshavnar Musikkskúli, ið ger tilmæli til Grunnin um, hvussu gávugóðsið skal býtast, og skúlin skipar eisini fyri hátíðarhaldinum.
06.02.2017
Thorvald Poulsen av SteinumThorvald Poulsen av Steinum

Trímannanevnd, umboðandi Tórshavnar Musikkskúla og musikkskúlarnar kring landið, hevur viðmælt útlutan av stuðlinum fyri 2017. Stuðulin verður latin  í trimum ungum listafólkum, sum øll á hvør sín hátt, eru komin langt á listaleiðini, og hava høgt støði í listagrein sínari.

Um Grunnin
Torvald Poulsen (føddur 8. februar 1912) var garðyrkismaður – gartnari – í Havn og hevði vakstrahús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og gøtan Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann, og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði til Torvald doyði. Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin, til tess at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving.
Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin, rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Thorvald ynskti, at grunnurin skuldi handa gávur sínar á føðingardegi hansara, tann 8. februar.
Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 20 listafólk fingið gávugóðs úr grunninum.

Tann 13. februar 2015 varð undirskrivað avtala millum Tórshavnar Musikkskúla umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum og nevndina fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum um stuðul.
Endamálið við avtaluni er at fremja endamál grunnsins sum er:
”at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving”
Sambært avtaluni, ið er galdandi fyri trý ár (2015-2017), veitir grunnurin musikkskúlunum stuðul uppá 50.000 kr/ár í trý ár – tilsamans 150.000 kr.
Í avtaluni er staðfest, at peningurin verður nýttur á slíkan hátt, at musikkskúlarnir fáa høvi at veita ungum tónleikaúrmælingum nakrar serligar umstøður, at mennast innan sína listagrein, til gagns fyrst og fremst fyri ungu listafólkini, men eisini fyri skipanina sum heild.

Nevndin fegnast um avtaluna við musikkskúlarnar:  ”Við hesari avtalu leggja vit upp til eitt tætt samstarv við listafakliga umhvørvið um leistin fyri veitan av gávugóðsi úr grunninum. Í fyrsta trý ára skeiðinum er valt at fara í samstarv við musikkskúlan, og royndirnar frá fyrsta árinum eru góðar. Á henda hátt vilja vit virka fyri, at grundarlagið fyri stuðulsveitingini er fakliga væl grundað og at stuðulin kemur fleiri til gagns ”, sigur Sigurð í Jákupsstovu, formaður fyri grunnin.

Í avtaluni er staðfest, at peningurin verður nýttur á slíkan hátt, at musikkskúlarnir fáa høvi at veita ungum tónleikaúrmælingum serligar umstøður at mennast innan sína listagrein til gagns fyrst og fremst fyri ungu listafólkini, men eisini fyri skipanina sum heild.

”Musikkskúlin er fegin um stuðulin úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum og vil virka fyri, at stuðulin kemur ungum gávuríkum listafólki til gagns. Áhugin fyri tónleiki í Føroyum er stórur, og fleiri ungir tónleikarar eru ávegis til framhaldandi lestur innan tónleik. Vit vóna, at stuðulin latin fyri 2017 fer at gera mun fyri ungu, evnaríku tónleikaspírarnar, sum nú fáa gávugóðs handað”, sigur Andrea Heindriksdóttir, stjóri á Tórshavnar Musikkskúla.

Skráin til tiltakið er hendan:
Kl.19.00 vælkomin
kl.19.10 tónleikur
kl.19.15 handan av gávugóðsi
kl.19.30 Røður
kl.19.45 tónleikur
kl. 20.00 liðugt

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult