Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Fótbóltsvenjing er heilivágur fyri kvinnur við ov høgum blóðtrýsti

Verkætlan vísir, at fótbóltsvenjing er líka munadygg sum heilivágur ímóti ov høgum blóðtrýsti. Haraftrat fingu kvinnurnar, sum luttóku, betri kropsligan førleika, lægri kropsfeitt og munandi sterkari beinagrind
Nýggju úrslitini, saman við kanningum seinastu 15 árini, vísa, at bóltspøl kunnu nýtast sum munadygg fyribyrging og viðgerð av fleri lívstílssjúkumNýggju úrslitini, saman við kanningum seinastu 15 árini, vísa, at bóltspøl kunnu nýtast sum munadygg fyribyrging og viðgerð av fleri lívstílssjúkum
Umstøðurnar at spæla fótbólt eru góðar í FøroyumUmstøðurnar at spæla fótbólt eru góðar í Føroyum

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og verkætlanarleiðari, metir úrslitini at verða ein stórsigur til Heilsufótbóltskonseptið. Hetta er fyrstu ferð, at hann og hansara samstarvsfelagar vísa langtíðarárin av fótbóltsvenjing í einum kvinnuligum sjúklingabólki.
 
Í stuttum luttóku 31 kvinnur í aldrinum 35-50 ár við ov høgum blóðtrýsti í 1 ára fótbóltsvenjing, har vant varð 1 tíma 2-3 ferðir um vikuna. Úrslitini vísa, at hesin viðgerðarháttur virkar sum breiðspektraður heilivágur við jaligum árinum á blóðtrýst, feittprosent, feitt í blóðinum, beinagrindstættleika og kropsligan førleika.
 
”Kanningin vísir týðuliga, at kropsliga óvirknar kvinnur við ov høgum blóðtrýsti hava stórt gagn av fótbóltsvenjing, og tískil kann hesin venjingarhátturin nýtast sum viðgerð ella partur av viðgerðini av hesum sjúklingabólki” sigur Magni Mohr.
 
Brúka heilsufóltbólt ella líkandi bóltspøl at minka um lívstílssjúkur
Nýggju úrslitini, saman við kanningum seinastu 15 árini, vísa, at bóltspøl kunnu nýtast sum munadygg fyribyrging og viðgerð av fleri lívstílssjúkum sum t.d. hjarta-kar sjúkum og typu 2 diabetes. Samstundis er greitt, at hesin venjingarhátturin gevur eina meira breiðspektraða minkan av riskikotættum fyri hjarta-kar sjúkum og typu 2 diabetes enn traditiónel medisinsk viðgerð ger, sigur Magni Mohr.

”Bóltspøl er bæði venjing við høgan pulsi, orkukrevjandi úthaldnisvenjing og styrkivenjing, og hetta er frágreiðingin uppá, at vit síggja so breiðspektrað úrslit á heilsustøðuna hjá kropsliga óvirknum og sjúklingabólkum, sum nú fleiri enn 100 vísindaligar kanningar hava víst” sigur Magni Mohr.

”Samstundis er talan um ein venjingarhátt, sum nógv fólk tíma, og sum vit hava góðar karmar til í Føroyum. At hetta ber til at gjøgnumføra í verki, vísa okkara kanningar eisini”, sigur Magni og vísir til samstarvsverkætlanina við Fótbóltssamband Føroya har fleiri enn 800 føroyingar tóku lut.
 
Kvinnurnar gjøgnumførdu 130 venjingar á ein tíma í eitt ár
Kvinnurnar í nýggju verkætlanini vandu 2-3 ferðir um vikuna í 1 ár ella samlað 130 venjingar á 1 tíma. Vant varð úti í øllum veðri, og allar venjingar vóru ”superviseraðar”.
 
Samanborið við ein kropsliga óvirknan kontrolbólk, so høvdu fótbóltskvinnurnar sera jalig árin á miðalblóðtrýstið (minkan á 9 mmHg), feittvekt (minkan á 3,1 kg), feitt í blóðinum (minkan á 0,3 mmol/l), beinagrindavekt (øking á 70 g) og kropligt úthaldni (øking á 120%).
 
Kanningin varð framd á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking á Fróðskaparsetrinum í samstarvi við Peter Krustrup á Syddansk Universitet og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Magni Mohr, leiðari á nýggja Deplinum gleðist um, at hetta er ein depilsverkætlan har granskarar á Fróðskaparasetri Føroya, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Landssjúkrahúsið arbeiða tætt saman. Umframt Magna Mohr eru føroysku granskararnir May-Britt Skoradal, Pál Weihe og Jann Mortensen.

Verkætlanin er vorðin til í samstarvi millum granskarar á Fróðskaparsetri Føroya, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Landssjúkrahúsinum. Kanningin, sum er stuðlað úr Granskingargrunninum, verður almannakunngjørd í vísindaliga grein í dag í tíðarritinum Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports (les samandrátt av greinini). Les um verkætlanina her og samrøðu við Peter Krustrup, sum er ein av granskarunum.

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult