Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini

Fríggjadagin 20. januar kl. 14 heldur Lydia Didriksen MA-fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini
Lydia DidriksenLydia Didriksen

 

Fyrilesturin tekur støði í MA-ritgerð hennara: Eg eri – ikki eg – eri eg. Autofiktión í føroyskum skaldskapi. Í ritgerðini kannar Lydia samansetta og nógv umrødda tekstslagið autofiktión við útgávuni Sig at du lyver (2011) eftir Silviu Henriksdóttur sum dømi.  Umframt at greina útgávuna viðger hon sjangruna og setur hana í bókmentaligt høpi.

Í fyrilestrinum verða høvuðstræðrir í ritgerðini tiknir fram, og frásagnarligu og paratekstligu eyðkennini í útgávuni verða viðgjørd.

Fyrilesturin er almennur, varir 45 minuttir og byrjar stundisliga kl. 14

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult