Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Um –sa klitika

Frá hans-a, hennar-a, okkar-a til Jákupsa og børninisa.
Ommusa kleynur.Ommusa kleynur.

Í nýggjasta Arkiv för Nordisk Filologi, nr. 131 er ein grein um –sa klitika í føroyskum. Í greinini verður víst, hvussu hetta klitika spreiðir seg í nútíðarmálinum. Upprunaliga varð tað brúkt saman við skyldskaparorðum eins og ‘ommusa kleynur’ og sernøvnum eins og ‘Lenusa John’.

Í greinini verður víst, at –sa nú er brúkt saman við sernøvnum eins og ALS ‘í ALSsa tíð’. Eisini eru dømi, har –sa klitika er brúkt saman við fornøvnum (hinumsa) og við navnorðum eins og ‘børninisa’ í ‘hví gert  tú tað so ikki fyri børninisa skyld’.

Í greinini verður komið inn á upprunan til –sa. Sett er fram tann hypotesan, at hetta er tann gamla endingin í hvørsfalli í fleirtali. Hendan var upprunaliga sett aftur at persónsfornøvnum sum ‘hans-a’ (ein formur, sum er til hjá Svabo), ‘hennar-a’, ‘okkar-a’, ‘tykkar-a’. Haðani breiðir tað seg til sernøvn eins og ‘Jákupsa’ og er fyrstu ferð sætt í heitinum á táttinum ‘Jákupsa skegg’. Dømi eru eisini um, at hvønnfalsognarmynstur fáa –sa aftur at sum í Mattheusarevangeliinum í týðingini hjá Schrøter, har dømi eru um slíkt sum ‘hús Petursa’, ið gongur aftur til ‘hús Petur’. Her er –sa lagt afturat fyri at gera ‘ogn’ týðiligari.
 
Greinin er:
2016: “The Spread of the Phrasal Clinic sa in Faroese” í ANF 131:105-128

Samband
Hjalmar P. Petersen

Seinastu tiðindi

06.03.2017
Minninarorð um Henriette Rasmussen
Beinta í Jákupsstovu skrivar minningarorð um Henriette Rasmussen, ið andaðist fríggjadagin
05.03.2017
Atlantic Airways knýtir ungdóm og lesandi nærri Føroyum
Sveiggj: nýggir flogferðaseðlar til ung og lesandi.
28.02.2017
Almenn móttøka fríggjadagin 3. mars kl. 15
Í sambandi við at Turið Sigurðardóttir, professari, fer úr starvi á Føroyamálsdeildini, verður...
23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1682
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult