Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Upptøka 2017 - les um útbúgvingarnar, ið tú kanst søkja inn á í 2017

Hesar útbúgvingarnar verða bodnar út í 2017

Bachelorútbúgvingar og hjánám:

 

Harumframt verður hjánám í hesum lærugreinum boðið út í 2017:


Masterútbúgvingar

Upptøka og umsóknarfreistir 2017

  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2017 á midnátt
  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2017 á midnátt
  • Umsóknarfreistin at søkja inn á masterútbúgivngar er 1. juli 2017 á midnátt


Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mikudagin 19. juli 2017. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi týsdagin 1. august 2017.

Eftir ætlan byrja lesandi á Setrinum 2017 í viku 34.

Umsóknarblað

Her verður møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2017. Eisini verður løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. Sum nakað nýtt ber til at søkja um upptøku elektroniskt (sí leinki niðanfyri).

Elektroniskt umsóknarblað


Kvota 2:


Kvota 1:

MA í føroyskum:


Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum:


MA í løgfrøði:


MA í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Mangement:


Gev gætur: Umsóknarfreistin til MA í WNS er 1. mai 2017 fyri føroyskar og norðurlendskar umsøkjarar!


Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur[at]setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Upptøkutreytir til bachelorútbúgvingar og hjánám

Kvota 1:
Upptøkutreytin til bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til hesar lærugreinar:

  • Føroyskt: Til at verða upptikin at lesa BA og hjánám  í føroyskum krevst bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við 7 í próvtali í føroyskum eftir 7-talsstiganum ella  8 í føroyskum eftir 13-talsstiganum.

  • Bachelorútbúgvingar innan orku: Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur bókligt miðnámsprógv og hevur staðið:

    • Støddfrøði A við miðaltali minst 6 eftir 7-talsstiganum
    • Alisfrøði á B-stigi
    • Evnafrøði á C-stigi
      ella at tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltali minst 8 eftir 7-talsstiganum.

  • Búskaparfrøði: Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.
    Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
  • Sjúkrarøktarfrøði: Tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár í september 2017, skal skeiðið takast um aftur. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðrenn skúlaárið byrjar. Lesandi rinda skeiðskostnað.
  • Hjánám í støddfrøði: Tey, sum søkja inn at lesa hjánám í støddfrøði, skulu hava miðnámsprógv, har tey hava staðið støddfrøði á A-stigi.


Kvota 2:

Um miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tú hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri, søkir tú inn eftir kvotu 2. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina, sí punkt 2 í vegleiðingini. Umsøkjarin fyllir tá eisini síðu 2 og 3 út, punktini 5 til og við 11.

Hevur ein umsøkjari ikki føroyskt á miðnámsskúlastigi, verður søkt inn eftir kvotu 2. Hesir umsøkjarar skulu so upp til eina málroynd og eftirfylgjandi samrøðu. Nærri boð verða givin um hesar royndir.

Hevur ein kvotu 2-umsøkjari nóg gott gymnasialt miðnámsskúlaprógv til at verða upptikin eftir kvotu 1, verður umsóknin flutt yvir til metingar eftir kvotu 1 fyri upptøku í 2017 (her er umsóknarfreistin 1. juli 2017).

Upp til 30% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult